Stuðul, freistir og umsóknarbløð

Stuðul til mentan verður umsitin í Almanna- og mentamálaráðnum. Tað snýr seg serliga um stuðulsveitingar, ið játtaðar eru á løgtingsfíggjarlógini, har til ber at søkja um stuðul til ávís mentanarlig tiltøk, og um veitingar, ið verða lætnar meginfeløgum, sum taka sær av mentanarligum uppgávum, ið eru av almennum týdningi.

Freistir hjá Almanna- og mentamálaráðnum

  • 1. februar og 1. september – stuðul til film
  • 15. mars – stuðul til mentanarlig tiltøk

  • 15. mars - stuðul til myndlistafólk

  • 15. apríl – stuðul til barna- og ungdómsarbeiði (veddingarpengarnir)

  • 15. november – stuðul til yrkisleiklist

Eitt yvirlit yvir stuðulsskipanir hjá Almanna- og mentamálaráðnum sæst her.

Umsóknarbløð um stuðul

Umsóknarbløð í sambandi við stuðul til mentan og ymisk mentanarlig tiltøk, at søkja úr Almanna- og mentamálaráðnum, fáast her.