Stuðul

Skipanir undir Almanna- og mentamálaráðnum.

Mentanarlig tiltøk
Á fíggjarlógini verður peningur settur av til mentan og list, ið Almanna- og mentamálaráðið umsitur. Lýst verður við stuðulsmøguleikunum umleið 1. februar við umsóknarfreist 15. mars á hvørjum ári.

Stuðul til myndlistafólk
Peningur er settur av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til myndlistafólk. Listafólk, sum eru undir útbúgving, kunnu søkja. Yrkislistafólk kunnu søkja um stuðul til eftirútbúgving og til námsferðir.

Tá stuðul verður játtaður, verður raðfest í fyrstu atløgu at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru atløgu umsøkjarum, ið eru á eini listarligari yrkisleið.

Stuðul til film
Peningur er settur av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til film. Einstaklingar, bólkar og feløg kunnu søkja um stuðul til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir søgu- og hugskotsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Umsóknarfreistirnar eru 1. februar og 1. september.

Yrkisleiklist
Sambært lógini um Tjóðpall Føroya er ein serlig játtan til yrkisleik. Lýst verður vanliga í oktober við umsóknarfreist miðjan november. Umsóknirnar skulu sendast Almanna- og mentamálaráðnum, meðan tað er Leiklistaráðið, ið ger tilmæli til landsstýrismannin um stuðulsveitingarnar.

Áhugaleikur
Peningur er settur av á fíggjarlógini til áhugaleik. Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) umsitur henda stuðul.

Loftbrúgv til listafólk
Loftbrúgv til listafólk er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways og Almanna- og mentamálaráðið. Endamálið er at breiða kunnleikan um føroyska mentan í útlondum við at stuðla dansarum, filmsfólkum, myndlistafólkum, rithøvundum, sjónleikarum, tónleikarum og øðrum við loftvegis flutningi til útlond og aftur í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri Føroyar. Les meir um stuðulsskipanina og finn umsøknarblað her: www.loftbrugv.fo.

Barna- og ungdómsarbeiði
Almanna- og mentamálaráðið umsitur 15% av veddingarpengunum, sum verða nýttir til barna- og ungdómsarbeiði. Til ber at søkja um stuðul av hesi játtan til tiltøk til børn og ung, tá ið lýst verður umleið 1. februar við umsóknarfreist 15. apríl.

Rakstrarstuðul
Almanna- og mentamálaráðið letur eisini rakstrarstuðul til ymisk listalig og mentanarlig meginfeløg at røkja áhugamál limanna.

Nevnast kunnu Listafólkasamband Føroya (LISA), Sláið Ring, Føroya Ungdómsráð (FUR), Kórsamband Føroya og Føroya Konsertfelag. Eisini stovnar og onnur fáa stuðul, t.d. Føroyahúsið í Keypmannahavn og Føroya Symfoniorkestur.

Umsóknarbløð um stuðul
Umsóknarbløð í sambandi við stuðul til mentan og ymisk mentanarlig tiltøk, at søkja úr Almanna- og mentamálaráðnum, fáast her.