Nevndir og ráð undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum

Málráðið
Málráðið er skipað sambært løgtingslóg nr. 59 frá 15. mai 2012 um Málráð - , og kemur ístaðin fyri Føroysku málnevndina.
Málráðið hevur ellivu limir. Limirnir verða valdir eftir tilmæli frá feløgum og stovnum, og harumframt velur landsstýrismaðurin tveir limir. Millum allar limirnar velur landsstýrismaðurin formann og næstformann.
Fyrsta Málráðið er valt fyri tíðarskeiðið 1.januar 2013 til 31. desember 2016.

Fólkaskúlaráðið
Fólkaskúlaráðið gevur landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan. Fólkaskúlaráðið kann ráða landsstýrismanninum til at seta í verk royndar- og menningarvirksemi og granskingarætlanir viðvíkjandi fólkaskúlanum.

Dagstovnaráðið
Uppgávan hjá Dagstovnaráðnum er m.a. at geva landsstýrismanninum ráð í øllum málum um dagstovnaøkið, og at lata honum tilráðingar um at seta í verk menningar- og granskingarverkætlanir innan dagstovnaøkið.

Leiklistaráðið
Leiklistaráðið skal ráðgeva landsstýrismanninum og er hoyringspartur í leiklistaligum spurningum. Skipað verður fyri árligum fundi millum landsstýrismannin og leiklistaráðið, har mál av felags áhuga verða umrødd. Leiklistaráðið letur landsstýrismanninum grundgivin tilmæli og frámæli í málum um stuðul til yrkisleiklist.

Fornminnisnevndin
Fornminnisnevndin er ein tilmælandi nevnd hjá landsstýrismanninum við mentamálum, sum hevur evstu ábyrgd í friðingarmálum.

Granskingarnevndin
Granskingarnevndin skal ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum, og eisini skal Granskingarnevndin viðgera umsóknir um stuðul. Granskingarnevndin hevur sjey limir, sum eru valdir fyri tíðarskeiðið 2011-2014.

Virðislønarnevndin
Nevndin verður sett at gera tilmæli um Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgávu Landsins. LISA tilnevnir tríggjar nevndarlimir og Mentamálaráðið tilnevnir formann og næstformann.

Yrkisútbúgvingarráðið
Uppgáva ráðsins er at viðgera mál viðvíkjandi arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingum og at geva landsstýrismanninum tilmæli hesum viðvíkjandi.

Nevndin fyri menningarsamstarv
Nevndin skal geva landsstýrismanninum ráð til at fremja lógina um menningarsamstarv í verki. 

Sí annars slóð til samlaða yvirlitið yvir nevndir og ráð hjá øllum aðalráðunum her