Røður 2022 Jenis av Rana


Nýggjur barnaskúli í Fuglafirði - 2. apríl 2022

Røða hjá Jenis av Rana, landsstýrismanni, á hátíðarhaldi 2. apríl 2022 – Nýggjur barnaskúli í Fuglafirði

Góðu lærarar, leiðsla, næmingar, kommuna, skúlastýri og øll tit, sum hava Fuglafjørð sum tykkara tryggu havn - hjartaliga til lukku við nýggja skúlabygninginum.

Sum mentamálaráðharri fegnist eg um, at Fuglafjarðar kommuna og skúlastýrið vísa skúlanum bestu sømdir. Skúlin hevur við hesi bygging fingið frálíkar undirvísingarligar umstøður til næmingar í grund- og miðdeild umframt, at partar av nýggju hølunum eisini eru ætlaðir til hádeild. Her er miðhøllin sum uppihaldsrúm hjá elstu næmingunum við sínum mongu møguleikum til felags ítriv, sosiala samveru og ymiskt innandura virksemi, tónleikahøli, skúlakøkur, matarhøll, bókasavn og fimleikahøll.

Bygningurin er væl skipaður við rúmsáttum skúlastovum, uppihaldsøki og fleiri bólkarúmum á hvørjari hædd. Virksemið er eisini skipað í mun til hæddirnar, har fyrisiting, læraraumstøður og fakhøli eru á niðastu hædd, miðdeild á mittastu hædd og innskúlingin ovast við útgongd til veghædd og spælipláss.

Eitt gleðiligt, sum eisini sermerkir skúlan, er, at tit hava arbeitt listina inn í bygningin bæði málningalist og yrkingar umframt, at øll høli hava fingið eitt heiti, har fjøll og støð føra inn til hvørja skúlastovu.

Eisini er at fegnast um, at tit í byggingini hava tikið hædd fyri umstøðunum hjá rørslutarnaðum at koma runt í bygninginum og við lyftu at koma ímillum hæddirnar.

Tað er jú av stórum týdningi, at karmarnir hóska til tað virksemi, sum skal fara fram. At tað er eitt samspæl og ein eind, so at karmar, innbúgv og útgerð styðja undir arbeiðið í skúlanum. Tað er í skúlanum, at næmingarnir hava teirra gongd og dagliga virksemi stóran part av barna- og unglingaárunum. Her mennist barnið og búnast bæði fakliga og sosialt og byrjar at seta orð á hugsanir og hugburð. Tí er tað so umráðandi, at karmarnir eru væl skipaðir og kveikjandi, og at eisini fagurfrøðin sæst aftur bæði í bygningi, innbúgvi og list.

Og tað ræður um at birta upp undir forvitni og skapanarhugin hjá næmingunum. Barnið spyr fyri at skilja bæði samanhangir og orsakir. Hetta er ein partur av menningini, og tí er tað so umráðandi, at barnið ikki gevst at spyrja. Sum Richard Long sigur í frálíku yrkingini, Hvíldarløta: «Tá eg var ungur, eg var so spurin og vildi vita». Hetta, at undrast og royna at fáa greiðu á, er keldan til læring, og her hevur  skúlin sín týðandi leiklut. Lærarin, við síni hollu fakligu og námsfrøðilig barlast kann bæði vegleiða, greiða frá og kveikja, so at næmingurin kann royna sítt hugflog og finna svar.

Fólkaskúlin er grundarlagið, sum unglingin byggir víðari á. Tí er so umráðandi, at vit sum samfelag, bæði land, kommunur og skúli veita børnum og ungum bestu umstøður fyri læring og menning og ikki minst, at næmingarnir læra meginreglurnar fyri luttøku í einum demokratiskum samfelag og at virka í einum sosialum felagsskapi saman við øðrum. Hetta er eisini skipanin, sum fólkaskúlin byggir á við skúlaflokkum, sum seta krøv til tann einstaka at virða og hava fyrilit fyri hvørjum øðrum, hóast  ymiskleika.

Ungdómurin er okkara framtíð og teirra hegni, ídni, skapanarevni og framtakshugur eru lykilin til framburð bæði fyri hin einstaka og samfelagið sum heild. Tí ræður um at geva tí unga gott í beinið, eitt gott grundarlag at byggja á.

Trivnaður og læring eiga at ganga hond í hond. Trivnaður er jú ein grundleggjandi fortreyt fyri, at næmingarnir kunnu mennast, búnast og læra. Tí er altavgerandi, at næmingarnir eru tryggir, hava álit á hvørjum øðrum, og at góðar relatiónir eru millum lærarar og næmingar og millum næmingarnar sínámillum. Skúlin hevur eina tvístreingjaða uppgávu at inna sítt virksemi. Hann skal framum alt vera eitt fjálgt stað, har trygt er at vera næmingur og skal samstundis vera eitt mennandi læriumhvørvi, har krøv verða sett og næmingar fáa avbjóðingar og møguleika at menna sínar førleikar.

Tað er ein stór avbjóðing at starvast innan skúlagátt bæði sum lærari og leiðsla. Tit leggja til rættis og seta meginreglurnar fyri virkseminum í tykkara skúla, har hædd skal verða tikin fyri læringini hjá tí einstaka, trivnaðinum og felagskapinum. Tykkara arbeiði er virðismikið. Tað eru tit, sum øll skúlaárini eru um næmingarnar og royna at skapa bestu umstøður hjá barninum og tí unga at búnast í læring og felagsskapi.  Samstarv og felags stev er tí av størsta týdningi og ikki minst huglagið í skúlanum sum heild. Ein týðandi og avgerandi partur í arbeiðinum at skapa ein góðan skúla er, at gott samstarv er millum skúla og heim. Her eiga foreldrini eisini ein stóran leiklut at vísa áhuga og styðja undir skúlans virksemi.

Kommunan hevur við hesum bygningi veitt skúlanum sera góðar arbeiðsumstøður til fjølbroytt virksemi. Men skúlin er eisini fyri alt fólkið, so tá ið skúladagurin hjá næmingunum er av, so er pláss fyri nógvum ymiskum frítíðarvirksemi bæði fyri børn og vaksin, til ítrótt, sang og tónleik og mentanarligt virksemi sum heild.

Varið væl um skúlans arbeiði og ikki mint felagsskapin, sum skaldið Aleksandur Kristiansen so væl minnir á í einum av sínum mongu barnasangum, ”Sólin kyssir teg og meg, børn í hvørjum landi: Tykkara er jørðin grøn, tit knýtið vinarbandið”. Skúlin er tykkara arbeiðspláss, gevið honum eitt gott innihald.

Takk fyri, at landsstýrismaðurin í skúlamálum og umboð fyri Uttanríkis og mentamálaráðið vórðu boðin við til hátíðarhaldið. Hjartaliga til lukku og blíðan byr!

Gud signið tykkum í týdningarmikla arbeiði skúlans.

Mynd: Berlys Nordendal, skúlastjóri, og Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari

Mynd: Jógvan Fríðriksson, biskupur