Røður 2022 Jenis av Rana

  • Ársaðalfundur Føroya Lærarafelgs - 30. apríl 2022

    Røða hjá landsstýrismanninum á ársaðalfundi Føroya Lærarafelags á Hotel Føroyum tann 30. apríl 2022

    Góðan morgun øll somul. Og takk fyri, at tykur hava boðið mær at hava eina heilsan her í morgun.

    Hugleiðing um Ukraina við søguligum baksýni relaterað til í dag

    Í hesum døgum leita mínir, og uttan iva eisini tykra tankar til syndarligu støðuna í Ukraina, har kríggj, neyð og oyðing valdar. Tað undrar meg og ivaleyst flestu tykkara eisini, at okur í 2022 veruliga skulu uppliva eitt so ræðuligt kríggj her í Vestureuropa.

    Fyri meir enn trimum fjórðingsøldum síðani, eftir seinna heimsbardaga, vóru tað óteljandi politikkarar, vísindafólk, heimspekingar og onnur, ið settu sær spurningin: “Hvussu kundi hetta veruliga henda? Í Týsklandi, eftir kríggið, fór ein umfatandi sjálvrannsakan fram, har eitt nú heimspekingarnir Horkheimer, Adorno og seinni Habermas settu spurningar sum: “Hví í víðu verð vóru tað so nógv fólk, sum vóru leidd handan ljósið? Hvat var tað, sum fekk vanlig fólk at fremja slíkar ræðuligar gerðir? Og mest avgerandi, hvussu kunnu okur fyribyrgja, at slíkt fer at endurtaka seg?

    Henda sjálvrannsakan og hesir spurningar vóru ikki settir til fánýtis, tí eftir kríggið eru hend nógv framstig, sum eitt tað týdningarmesta kann nevnast stovnsetanin av Sameindu tjóðum og heimsyvirlýsingin um mannarættindi frá 1948.

    Men krígsgerðirnar í Ukraina bera okkum í dag vitnisburð um, at vit áhaldandi mugu verða á varðhaldi og tryggja okum, at børn okra, næmingar og komandi ættarlið læra at liva saman í friði. Enntá í okra nærmastu grannalondum hava okur í hesi øld verið vitni til fremmandahatur, marginalisering og yvirgangsatsóknir. Og júst í hesum døgum frætta vit um álvarsligan ófrið, ið er íbirtur í einum av nærmastu grannalondum okra, Svøríki.

    Innan skúlaverkið í okra grannalondum verður nógv gjørt fyri at menna fólkaræði, inklusión og savningarmegi. Og eg føli meg tryggan í, at sama er, og má framhaldandi verða í skúlum okkara. Í hesum sambandi hevur norðurlendska ráðharraráðið fyri nøkrum árum síðan stovnsett eitt felags norðurlendskt DIS-netverk, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið eisini er partur av. Við at deila vitan og royndir í teimum ymsu Norðurlondunum, hevur hetta netverkið til endamáls at menna fólkaræðisligar førleikar og inkluderandi mentan- og at fyribyrgja ekskludering, radikalisering og stigmatisering.

    Í Føroyum - Trivnaður

    So kann ein spyrja, í hvønn mun er tað viðkomandi í Føroyum at arbeiða fyri at fyribyrgja víðgongdum fremmandahatri og yvirgangi. Er støðan ikki ein heilt onnur her hjá okkum. Okur hava væl ikki somu álvarligu trupulleikar at stríðast við, sum í okra grannalondum og úti í heimi? Tað er møguligt, men sum vit øll vita, so er jú vandi tilstaðar í hvørjari vælferð.

    Hóast okur her í Føroyum sum heild hava ein vælvirkandi skúla í einum lutfalsliga tryggum umhvørvi, so má eg sum landsstýrismaður aftur og aftur leggja stóran dent á at menna trivnaðin í føroyska skúlanum. Trivnaðurin í fólkaskúlanum hevur mína hægstu raðfesting, og tí nívir tað meg, tá eg frætti um børn, ið aftra seg við í heila tikið at koma í skúla. Okur mugu og skulu fáa ØLL børn at rúmast og trívast í føroyska fólkaskúlanum! Men hvørjar eru orsøkinar til, at nøkur børn kenna seg uttanfyri fólkaskúlan?

    Ein arbeiðsbólkur undir leiðslu av Uttanríkis- og mentamálaráðnum hevur fyri kortum handað mær eitt tilmæli við átøkum, ið kunnu viðvirka til, at ung við sálarligum, sosialum og líknandi avbjóðingum megna at fullføra eina miðnámsskúlaútbúgving. Og útfrá tilmælunum hava vit sett arbeiði í gongd við at bøta um umstøður og trivnað á øki teirra .

    Eftirfylgjandi havi eg tilnevnt ein tvørgeiraligan arbeiðsbólk, ið nú arbeiðir við at nágreina og vísa á átøk á fólkaskúlaøkinum. Átøk, sum kunnu økja um sannlíkindi fyri, at avvarðandi skipanir yvirum geirar megna at samskipa teirra virksemi, so at børn við sálarligum, sosialum og øðrum avbjóðingum trívast, mennast og læra í fólkaskúlanum. Forðast má fyri, at børn mistrívast ella detta niðurímillum. Tí tað at ganga í skúla, mennast, læra og at vera partur av einum felagsskapi í skúlanum, er ein rættur, sum øll børn eiga og skulu hava. Tí er uppgávan hjá arbeiðsbólkinum at nágreina trupulleikar og at finna loysnir og átøk á fólkaskúlaøkinum, ið kunnu betra um sálarligu og sosialu heilsuna hjá okra næmingum, og harvið um trivnaðin í skúlanum. Vit hava eisini, sum flestu vita, gjørt átøk á hesum økinum, har vit hava sett ein trivnaðarráðgeva, sum er tøk hjá øllum skúlum í Føroyum. Ein trivnaðarráðgeva, sum tit vita, at tit altíð kunnu sparra við og heita á, hava tit tørv á tí.

    Endurskoðan av fólkaskúlalógini

    Aðrir tættir og onnur viðurskifti innan fólkaskúlan kunnu eisini betra um trivnaðin, og harvið økja um læruúrtøkuna hjá næmingunum. Sum tit vita, hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið, sett ein arbeiðsbólk at endurskoða ymisk øki í fólkaskúlalógini. Arbeiðsbólkurin skal lýsa fyrimunir og vansar, hvørjar ábøtur kunnu verða gjørdar, og hvørja ávirkan tær kunnu hava á undirvísing og trivnað. Í fyrstu atløgu verður arbeitt við broytingum í mun til tíma- og lærugreinabýtið, herundir m.a. at styrkja handaverk og list. Hugt verður eftir tillaginum í mun til floksstødd, og føroyskt sum annaðmál verður ment. Her kann je nevna, at ráðið hevur hækkað játtanina til júst føroyskt sum annaðmál munandi.

    Harumframt leggja vit stóra áherðslu á serøkið, ið hevur tørv á og verður endurskoðað fyri tíðina. Okur hava yvirtikið sonevnda CD-orð, og eru í fer við at menna skipanina, so hon kann virka á fleiri talgildum pallum. ‘Kanningarsavnið’, ið er nýtt føroyskt kanningartilfar, ið serliga er ætlað orðblindum og lesiveikum, er somuleiðis ment. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur saman við Námi fíggjað tilfarið, og okur hava veitt hesum dugnaligu lærarum farloyvi til at gera kanningar, skriva og leggja handritið til rættis.

    Í verandi skúlaári er ein nýggjur serflokkur settur á stovn, staðsettur í Eysturskúlanum, ið serliga er ætlaður næmingum í grunddeildini. Endamálið við hesi serligu fyriskipanini er, at næmingarnir við tíðini skulu gerast partur av vanliga flokkinum í Eysturskúlanum.

    Eitt aðalmál og afturvendandi evni í fyrrnevnda arbeiðsbólki er at fáa meira læraratíð til hvønn einstakan næming. Hetta er og verður samstundis ein áminning til okkum politikkarar um, at brúk er fyri fleiri hondum at vera um okra børn.

    Tað tekur tíð at gera tílíkt arbeiði til fulnar, og hesin arbeiðsbólkur kann væl koma at halda áfram í nøkur ár, eisini yvirum val, tí slíkt umfatandi, týdningarmikið og samansett arbeiði krevur støðufesti. Lat meg í parantes nevna, at ein politiskur fylgibólkur eisini er settur at fylgja hesum arbeiði.

    Spurningurin er, um ikki ein slíkur bólkur støðugt burdi sitið og arbeitt- fyrst og fremst fyri at fylgja við og dagføra lógir á skúlaøkinum. Nú nevndi ein persónur, er hann nevndur, er hann kendur, at hann væntaði, at hetta arbeiði kundi fara at taka eini 8 ár!....

    Tøknin og skýggjanýtsla

    Tíðir broytast, og vit broytast við. Í ávísan mun kemst ikki uttan um, at børn nú, sum áður, eru myndað av tíðini, tey vaksa upp í. Tøknin og skýggjarnir eru komin fyri at verða, og børnini mugu læra at handfara nýggju tøknina. Tosað verður um talgildisbúgving, og mest avgerandi í hesum sambandi er, at okur, bæði børn og vaksin, stýra tøknini og skýggjunum, og ikki umvent! Men tað hvílir eisini á foreldrum, at taka ábyrgd í sambandi við barnsins nýtslu av tøkni og skýggjum heima við hús.

    Sjálvt innihaldið á talgildu pallunum hevur sera stóran týdning, serliga tá vit hugsa um málsligu, menniskjansligu og mentanarligu menningina hjá okra børnum. Og her hevur alt samfelagið, miðlar við Kringvarpi Føroya á odda, men sanniliga eisini skúlaskipanin, eina stóra uppgávu at lyfta.

    Í hesum sambandi eiga nógv, m.a. starvsfólk á NÁMI, eina stóra tøkk uppiborna fyri alt tað rúgvismikla undirvísingartilfar, sum okur hava á føroyskum máli. Hugsið bara um allar tær bøkurnar tykur vita um, ið eru týddar til føroyskt umframt allar upprunabøkurnar á føroyskum. Og ikki at gloyma stóra arbeiðið hjá Sprotanum, sum, so vítt eg skilji, í hesum døgum er við at verða komin á mál við google translate, fyri játtan, sum ráðið veitti fyri góðum ári síðani. Og sum eg skilji verður føroyskt-japanska orðabók teirra klár einaferð í heyst. Eg eri sannførdur um, at hetta økið eigur- og fer at verða ment enn meira komandi árini! Hetta er í hvussu so er nakað, eg framhaldandi vil raðfesta og játta pengar til. Eisini eri eg vísur í, at átakið ‘Føroyar lesa’, hevur og hevur havt eina sera jaliga ávirkan á lesingina hjá okra næmingum- og føroyska málið sum heild.

    Búnast sum menniskju og myndast sum komandi samfelagsborgarar

    Ein tann týdningarmesta gávan hjá tykkum lærarum er, at tykur eiga tað bestu tíðina av samdøgrinum saman við tí virðismesta tilfeinginum okur eiga, framtíðar ættarliðinum, teimum, sum koma at mynda Føroya framyvir. Tey skulu, í samsvari við námsætlanir, nema sær vitan og fakligar førleikar, og týdningarmesta uppgáva tykkara- og forrættur- er at kunnu verða við at mynda og menna tey sum menniskju. Til menniskju, sum í treysti til sín sjálvs, og við empati, samkenslu og umsorgan fyri øðrum, skulu læra at liva saman við sínum medmenniskjum.

    Harumframt skulu tey í skúlanum læra at liva og virka sum borgarar í einum fólkaræðisligum samfelagi við teirra rættindum og skyldum. Tey skulu læra at lurta eftir, skilja og rúma sjónarmið hjá øðrum borgarum, samstundis sum tey skulu menna síni evni at kjakast virðiliga og at grundgeva sakliga og siðiliga. Og tíð má setast av til kritiska refleksjón, undran og hugdýping.

    Námsvísindadeildin.

    Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur jú sín sera týðandi leiklut í at førleikamenna lærarar til at mynda komandi næmingin, og at gera sítt til at skapa og styrkja trivnaðin í skúlanum. Við at raðfesta tíð og orku til hetta arbeiði, kunnu læraralesandi gerast enn meira tilvitað í mun til at menna eina sunna, siðiliga og fólkaræðisliga mentan úti í skúlunum.

    Eksterna eftirmetingin av deildini, og setrinum sum heild, sum eg nevndi á fundinum í fjør, verður væntandi liðug tíðliga í heyst.

    Eftirútbúgving og KT-heildarætlanin

    Eftirútbúgving av lærarum er ein týðandi táttur í skúlaverkinum, sum tó ikki hevur verið nóg høgt raðfestur farnu árini. Vónandi eydnast at fáa raðfest hesa hægri, so at møguleikin at eftirútbúgva verður styrktur. Her hugsi eg um bókavørðar, KT-vørðar, serlærarar, lesivegleiðarar, støddfrøðivegleiðarar, AKT-lærarar o.s.fr.

    Nú eg nevndi KT-vørðar, má eg eisini nevna nýggju heildarætlanina fyri KT-í skúlaverkinum. Eg havi góðar vónir til og vænti mær nógv av hesari ætlan. Væntandi kemur hon at geva okkum eitt trygt Skúlanet, umframt eina framkomna lestrarfyrisitingarskipan, ið er felags fyri fólkaskúlan, miðnám og fróðskaparsetrið. Tað er Uttanríkis- og mentamálaráðið saman við Undirvísingarstýrinum og Námi, ið hevur staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum.

    Endi og samanumtøka

    Jú, sanniliga eru okur heppin at liva her í Føroyum, har okur sum heild hava ein vælvirkandi skúla við framsóknum og dugnaligum lærarum. Somuleiðis hava okur góðar fortreytir til støðugt at menna okra skúla.

    Eg byrjaði mína røðu í dag við at vísa á støðuna í Ukraina, har nógv børn hava mist møguleikan at sleppa í skúla at nema sær vitan og lærdóm- og at møta sínum vinum. Tí eri eg sera fegin um, at okur her í Føroyum hava valt at taka ímóti fyribils flóttafólkum úr Ukraina. Eitt stórt stig, sum var óhugsandi fyri fyri bert ári síðani, og sum vónandi fer at leggja lunnar undir eitt natúrligt virksemi framyvir, so leingi tørvur verður á hesum. Her kunnu vit hjálpa, stuðla og hýsa menniskjum, sum eru í djúpastu neyð og kreppu. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur seinastu tíðina saman við øðrum avvarðandi myndugleikum fyrireika eina tilbúgving, sum kann gera okkum so klár sum yvirhøvur møguligt at taka væl ímóti tí fremmanda.

    Tað er helst ikki altíð so, at tykur fáa ta tøkk tykur hava uppiborið. Onkuntíð kunnu tykur hava gjørt eitt framúr arbeiði, hóast okkurt foreldur hevur hug at finnast at. Í so máta minnir lærarayrkið eitt sindur um tað at vera fótbóltsspælari. Øll hava eina hugsan um, hvussu ein skal spæla, hvar tú skal avlevera bóltin, ella hví tú ikki skoraði mál. Og ofta eru tað tey við ringast skili fyri fótbólti, ið vita best og rópa harðast!

    Eg vil hervið hjartaliga takka tykum lærarum fyri tað framúr stóra og týdningarmikla arbeiði tykur gera hvønn tann einasta skúladag. Fyri tann góða munin tykur gera í lívinum hjá hvørjum einstøkum barni, fyri tann mátan tykur ábyrgdarfult røkja starvið og fyri tann álvaran tykur leggja í tykra uppgávu.

    Serliga tíðin við korona ber vitni um, hvussu skjótt og væl tit megna at handfara nýggjar og truplar avbjóðingar.

    Takk fyri øll somul- eg ynski tykkum ein framhaldandi góðan aðalfund!

  • Aðalfundur hjá Heilsuhjálparafelag Føroya - 23. apríl 2022

    Røða hjá landsstýrismanninum á aðalfundinum hjá Heilsuhjálparafelag Føroya á Hotel Føroyum leygardagin 23. apríl 2022

    Fyrst vil eg takka fyri heiðurin at vera boðin við á aðalfundi tykkara í ár at halda gestarøðuna!

    Eftir at hava upplivað tykkum og arbeiðið tykkara so nær, sum yvirhøvur ber til, í sambandi við aldrandi og gomlu foreldur míni, kenna eg og míni eitt stórt takksemi til tykkum fyri virksemi tykkara. Vitjanir, røkt og umsorgan tykkara fyri foreldrunum byrjaði í barnaheiminum í Trongisvági, og alt endaði á ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri fyri ávikavist 19 og 7 mánaðum síðani. Tá var mamma 92 ára gomul og pápi 95.

    Sum vónandi mong undan mær hava gjørt, fari eg at takka tykkum so hjartaliga fyri stóra takið, tit tóku undir korona-kreppuni. Meðan aðrir starvsbólkar fingu høvið at arbeiða heimanífrá, so hildu tit skansan - úti á stovnum og heima hjá brúkarum.

    Tit vístu ábyrgd, mettu tykkum kanska einki annað val at hava, men í hesum torføru tíðarskeiðunum, tá okkara eldru og veiku medborgarar vóru avskorin frá umheiminum… tá vóru TIT har.

    Við tykkara umsorgan og røkt.

    Við tykkara nærleika og kærleika.

    Og var tað so ”bara” Korona, so var tað nóg ringt. Men harafturat hevur støðugt vaksandi starvsfólkatrotið á vælferðarøkinum eisini lagt stein omaná byrðu hjá tykkum… krøvini um at renna skjótari og skjótari, náa meira og meira, fyri at fáa alt at ganga upp.

    Men tað gongur jú ikki í longdini…

    Tað sigur seg sjálvt, at her má vend koma í…. áðrenn orkan er uppi. Áðrenn fingrarnir kropna- og hendurnar sleppa.

    Eg sá tíðliga í starvstíð mínari sum landsstýrismaður, at okkurt munagott mátti henda!

    Tí góvu okur í Mentamálaráðnum, á vári 2021, í hendur búskaparráðsins at gera eina temafrágreiðing, sum nevndist: ”Starvsfólk á vælferðarøkinum komandi 10 árini”.

    Henda temafrágreiðing vísti, at álvarsligur starvsfólkatørvur fór at verða á vælferðarøkinum, um støði, bygnaður, arbeiðshættir osfr. bert vórðu framskrivað. Avbjóðingin av, at aldursbólkurin omanfyri 80 ár fer at vaksa við uml. 1.200 fólkum ella 52% komandi 10 árini, fór at verða ovurhonds.

    Landsstýrið setti tí eitt tvørgeiraligt arbeiði í gongd at lýsa trupulleikan, sum temafrágreiðingin vísti á, og koma við boðum um, hvat kann gerast fyri at tryggja, at vælferðartænasturnar í árunum, sum koma, kunnu loysast á ein fakliga fullgóðan hátt. Og at bera fram samskipað boð uppá, hvussu avbjóðingin við stóra starvsfólkatørvinum kann loysast komandi 10 árini - á eldra-, heilsu-, almanna- og dagstovnaøkjunum.

    Nýggja frágreiðingin, sum ber heitið ”Í góðum hondum”, er løgd alment fram. Nú hava so allir áhugaðir partar, feløg v.m., høvi at lata inn møguligar viðmerkingar til hana í seinasta lagi 17. mai 2022. Viðmerkingarnar verða saman við frágreiðingini latnar politisku skipanini, sum íkast til víðari arbeiði í fyrireikingini av átøkum.

    Umframt at lýsa starvsfólkatrotið verður í nýggju frágreiðingini víst á møguligar loysnir, sum fata um útbúgving, at arbeiða øðrvísi, at umskipa tilgongdir, at meta um fíggjarligan kostnað, at birta upp undir og eggja fólkum at starvast og mennast innan økini v.m.

    Sum sagt lýsir og gevur frágreiðingin nøkur boð um, hvussu vit tryggja okkara borgarum, at tey eisini frameftir verða í góðum og tryggum hondum?

    Ein avbjóðing so umráðandi, at vit øll mugu arbeiða saman, skulu vit gera okkum vón um at megna tað. Land, kommunur, skúlar og fakfeløg. Vit mugu øll lyfta í felag.

    Vit hava brúk fyri tykkara fakligheit, og vit hava brúk fyri tykkara royndum. Og tølini tala sítt greiða mál…. vit hava eisini brúk fyri royndunum hjá teimum mongu ófaklærdu, sum starvast innan tykkara øki.

    Júst tí samskifta vit í løtuni við Heilsuskúlan, kommunurnar, Vegleiðingarstovuna og aðrar partar, um eina førleikametingartilgongd, sum kann opna eina hurð afturat inn til útbúgvingarnar sum heilsuhjálpari (og námsfrøðihjálpari).

    Ítøkiliga arbeiða vit við einum leisti, har tey, sum eru omanfyri 25 ár, og hava minst 3 ára starvsroyndir, taka alt ástøði út í eitt, ella býta tað sundur í meira konsentreraðar skúlapartar, so savnaða útbúgvingargongdin kann styttast, væl at merkja uttan at gera seg inn á kravda savnaða tímatalið.

    Harafturat arbeiða vit við møguleikanum fyri, at Heilsuskúlin skipar ein part av útbúgvingini umvegis fjarundirvísing í góðkendum skúlahølum norðanfjørðs. Eisini her uttan at tað ger seg inn á dygdina í undirvísingini.

    Hesi nýggju skúlatilboðini skulu, eftir ætlan, byrja longu eftir summarfrítíðina í ár.

    Og lat meg, Mary, bara skunda mær at siga, at her verður hvørki talan um nakra ”quick-fix”-loysn ella nakra ”discount-útbúgving.” Tað vil eg fegin tryggja tykkum. Eg hevði ongantíð góðtikið eina loysn til so týdningarmiklar útbúgvingar, bara tí at tað var bíligari ella lættari.

    Hetta er tann sama útbúgvingin. Hetta er tann sama fakliga dygdin. Hetta er presis tað sama prógvið.

    Einasti munurin er, at vit leggja eina serskilda útbúgvingargongd til rættis, so tey førleikamettu, við teirra royndum á økinum, fáa eina høgligari atgongd til útbúgvingarnar. Gjøgnum førleikameting kunnu tey tilkomnu verða frítikin frá starvsvenjing, so tey í størri mun sleppa til arbeiðis. Og gjøgnum fjarundirvísing kunnu tey tilkomnu verða minni burturi frá heimi og børnum.

    Kommunurnar taka væl undir við hesum møguleikanum, og vit samskifta eisini væl um spurningin um løn undir útbúgving.

    Tað hevur riggað væl við øðrum útbúgvingum. Og eg skal vera persónligur garantur fyri, at tað eisini kemur at rigga væl við tykkara útbúgving.

    Í so máta verður hetta ein win-win støða fyri allar partar!

    Samfelagið fær fleiri starvsfólk inn á økið.

    Tit fáa hægri fakligheit út á teir einstøku stovnarnar.

    Okkara borgarar fáa betri røkt og umsorgan, heilsu og trivnað.

    Tey ófaklærdu fáa tað prógv, tey hava uppiborið, fyri alla ta orku, sum tey longu hava lagt í økið.

    Starvsfólkini fáa betri setanartrygd, og hægri løn.

    Heilsuskúlin fær fleiri næmingar- og fær høvið at skipa part av frálæruni sum fjarundirvísing. Harvið fær skúlin víðkað um virksemi sítt á heimstaðnum í Porkerishaganum, umframt úti um landið, og fær harvið tryggjað tilverugrundarlag sítt enn betri.

    Og Heilsuhjálparafelagið fær fleiri limir.

    Eg fari at enda við at nýta høvið at bjóða felagnum vælkomnum á fund í Mentamálaráðnum í komandi viku, har vit fáa høvið til at samskifta nærri um ætlanirnar. Tit hava fingurin á pulsinum. Og tit kunnu hjálpa til við rekrutteringini av teimum røttu starvsfólkunum, so vit øll fáa fleiri hendur og betri fakligheit inn á økið.

    Annars vil eg bara takka tykkum fyri tað stóra arbeiðið, tit gera á øki tykkara, eisini sum fakfelag.

    Tit gera tað, sum tit skulu. Tit eru á varðhaldi fyri tykkara limir.

    Men tit eru eisini á varðhaldi fyri okkara eldru og óhjálpnu.

    Sum fakfólk eru tit ein partur av sosialu samvitskuni hjá Føroya Fólki.

    Tit minna okkum á tað, sum veruliga hevur týdning.

    Og tit minna okkum á, at vit eiga at verða eyðmjúk.

    Tí einki er so vist sum tað, at vit øll kunnu gerast sjúk og óhjálpin.

    Og um vit bara liva nóg leingi, so sleppa eisini vit at gerast gomul…

    Tá fáa vit øll tann sama tørvin, á vernd og virðing, á tryggleika og trivnað, á kærleika og nærleika.

    Og tá skulu vit øll hava rætt til at vera í góðum hondum.

    Eg fari at enda við at ynskja tykkum ein framhaldandi góðan aðalfund og Guds hjálp og signing í arbeiði tykkara!

  • Nýggjur barnaskúli í Fuglafirði - 2. apríl 2022

    Røða hjá Jenis av Rana, landsstýrismanni, á hátíðarhaldi 2. apríl 2022 – Nýggjur barnaskúli í Fuglafirði

    Góðu lærarar, leiðsla, næmingar, kommuna, skúlastýri og øll tit, sum hava Fuglafjørð sum tykkara tryggu havn - hjartaliga til lukku við nýggja skúlabygninginum.

    Sum mentamálaráðharri fegnist eg um, at Fuglafjarðar kommuna og skúlastýrið vísa skúlanum bestu sømdir. Skúlin hevur við hesi bygging fingið frálíkar undirvísingarligar umstøður til næmingar í grund- og miðdeild umframt, at partar av nýggju hølunum eisini eru ætlaðir til hádeild. Her er miðhøllin sum uppihaldsrúm hjá elstu næmingunum við sínum mongu møguleikum til felags ítriv, sosiala samveru og ymiskt innandura virksemi, tónleikahøli, skúlakøkur, matarhøll, bókasavn og fimleikahøll.

    Bygningurin er væl skipaður við rúmsáttum skúlastovum, uppihaldsøki og fleiri bólkarúmum á hvørjari hædd. Virksemið er eisini skipað í mun til hæddirnar, har fyrisiting, læraraumstøður og fakhøli eru á niðastu hædd, miðdeild á mittastu hædd og innskúlingin ovast við útgongd til veghædd og spælipláss.

    Eitt gleðiligt, sum eisini sermerkir skúlan, er, at tit hava arbeitt listina inn í bygningin bæði málningalist og yrkingar umframt, at øll høli hava fingið eitt heiti, har fjøll og støð føra inn til hvørja skúlastovu.

    Eisini er at fegnast um, at tit í byggingini hava tikið hædd fyri umstøðunum hjá rørslutarnaðum at koma runt í bygninginum og við lyftu at koma ímillum hæddirnar.

    Tað er jú av stórum týdningi, at karmarnir hóska til tað virksemi, sum skal fara fram. At tað er eitt samspæl og ein eind, so at karmar, innbúgv og útgerð styðja undir arbeiðið í skúlanum. Tað er í skúlanum, at næmingarnir hava teirra gongd og dagliga virksemi stóran part av barna- og unglingaárunum. Her mennist barnið og búnast bæði fakliga og sosialt og byrjar at seta orð á hugsanir og hugburð. Tí er tað so umráðandi, at karmarnir eru væl skipaðir og kveikjandi, og at eisini fagurfrøðin sæst aftur bæði í bygningi, innbúgvi og list.

    Og tað ræður um at birta upp undir forvitni og skapanarhugin hjá næmingunum. Barnið spyr fyri at skilja bæði samanhangir og orsakir. Hetta er ein partur av menningini, og tí er tað so umráðandi, at barnið ikki gevst at spyrja. Sum Richard Long sigur í frálíku yrkingini, Hvíldarløta: «Tá eg var ungur, eg var so spurin og vildi vita». Hetta, at undrast og royna at fáa greiðu á, er keldan til læring, og her hevur  skúlin sín týðandi leiklut. Lærarin, við síni hollu fakligu og námsfrøðilig barlast kann bæði vegleiða, greiða frá og kveikja, so at næmingurin kann royna sítt hugflog og finna svar.

    Fólkaskúlin er grundarlagið, sum unglingin byggir víðari á. Tí er so umráðandi, at vit sum samfelag, bæði land, kommunur og skúli veita børnum og ungum bestu umstøður fyri læring og menning og ikki minst, at næmingarnir læra meginreglurnar fyri luttøku í einum demokratiskum samfelag og at virka í einum sosialum felagsskapi saman við øðrum. Hetta er eisini skipanin, sum fólkaskúlin byggir á við skúlaflokkum, sum seta krøv til tann einstaka at virða og hava fyrilit fyri hvørjum øðrum, hóast  ymiskleika.

    Ungdómurin er okkara framtíð og teirra hegni, ídni, skapanarevni og framtakshugur eru lykilin til framburð bæði fyri hin einstaka og samfelagið sum heild. Tí ræður um at geva tí unga gott í beinið, eitt gott grundarlag at byggja á.

    Trivnaður og læring eiga at ganga hond í hond. Trivnaður er jú ein grundleggjandi fortreyt fyri, at næmingarnir kunnu mennast, búnast og læra. Tí er altavgerandi, at næmingarnir eru tryggir, hava álit á hvørjum øðrum, og at góðar relatiónir eru millum lærarar og næmingar og millum næmingarnar sínámillum. Skúlin hevur eina tvístreingjaða uppgávu at inna sítt virksemi. Hann skal framum alt vera eitt fjálgt stað, har trygt er at vera næmingur og skal samstundis vera eitt mennandi læriumhvørvi, har krøv verða sett og næmingar fáa avbjóðingar og møguleika at menna sínar førleikar.

    Tað er ein stór avbjóðing at starvast innan skúlagátt bæði sum lærari og leiðsla. Tit leggja til rættis og seta meginreglurnar fyri virkseminum í tykkara skúla, har hædd skal verða tikin fyri læringini hjá tí einstaka, trivnaðinum og felagskapinum. Tykkara arbeiði er virðismikið. Tað eru tit, sum øll skúlaárini eru um næmingarnar og royna at skapa bestu umstøður hjá barninum og tí unga at búnast í læring og felagsskapi.  Samstarv og felags stev er tí av størsta týdningi og ikki minst huglagið í skúlanum sum heild. Ein týðandi og avgerandi partur í arbeiðinum at skapa ein góðan skúla er, at gott samstarv er millum skúla og heim. Her eiga foreldrini eisini ein stóran leiklut at vísa áhuga og styðja undir skúlans virksemi.

    Kommunan hevur við hesum bygningi veitt skúlanum sera góðar arbeiðsumstøður til fjølbroytt virksemi. Men skúlin er eisini fyri alt fólkið, so tá ið skúladagurin hjá næmingunum er av, so er pláss fyri nógvum ymiskum frítíðarvirksemi bæði fyri børn og vaksin, til ítrótt, sang og tónleik og mentanarligt virksemi sum heild.

    Varið væl um skúlans arbeiði og ikki mint felagsskapin, sum skaldið Aleksandur Kristiansen so væl minnir á í einum av sínum mongu barnasangum, ”Sólin kyssir teg og meg, børn í hvørjum landi: Tykkara er jørðin grøn, tit knýtið vinarbandið”. Skúlin er tykkara arbeiðspláss, gevið honum eitt gott innihald.

    Takk fyri, at landsstýrismaðurin í skúlamálum og umboð fyri Uttanríkis og mentamálaráðið vórðu boðin við til hátíðarhaldið. Hjartaliga til lukku og blíðan byr!

    Gud signið tykkum í týdningarmikla arbeiði skúlans.

    Mynd: Berlys Nordendal, skúlastjóri, og Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari

    Mynd: Jógvan Fríðriksson, biskupur

  • SkúlaFM 2022 - 25. februar 2022

    Jenis av Rana, landsstýrismaður, setti dagin og handaði steyp til vinnandi bólkin til SkúlaFM Finaluna 2022, ið fór fram í Løkshøll fyrrapartin fríggjadagin 25. februar 2022. Skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið kappaðust í íverksetan, og vinnarin gjørdist bólkurin OVIS úr Skúlanum við Løkin, ið hevði farmleitt ljóðpanelir úr føroyskari seyða ull.

    Góðu næmingar, góðu lærarar, góðu tit øll úr Íverksetarahúsinum og øll tit, sum so ella so hava stuðlað hesum megnar átakinum.

    • Eg eri glaður at fáa hetta høvið, at siga nøkur orð
    • Eg eri spentur at síggja hugskotini, sum verða løgd fram í dag
    • Og eg eri takksamur fyri tykkum ungu: At tit eru so røsk, so dugnalig og so djørv.

    Tit ungu síggja heimin við frískum eygum.

    Tit hava gott hugflog - Tit tora at hugsa stórar tankar og tit tora at leypa útí tað.

    Tit síggja ikki forðingar, sum ringar royndir gjøgnum lívið kunnu hava  avmarkað okkum eldru við.

    Drívið á við at gera tykkara dreymar til veruleika!

    Tá tað veldst um nýskapan og íverksetan, hava dirvi og drívmegi stóran týdning, fyri at verkætlanin ber á mál. Sum eg havi frætt, hava tit veruliga kýtt tykkum til SkúlaFM í ár. Her eru nógvar spennandi verkætlanir komnar burturúr.

    Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur stuðlað SkúlaFM síðani tað byrjaði fyri 12 árum síðani, og sum landsstýrismaður eri eg ógvuliga tilvitaður um týdningin av íverksetaraátøkum. Nýhugsan og nýskapan eru ikki bara mótaorð, eitt sterkt íverksetaraumhvørvi kemur ikki av sær sjálvum, men krevur, at neyvar fortreytir verða lagdar og støðugt lagaðar.

    Okkara fjølbroytta arbeiði í ráðnum innan list og mentan, útbúgving og gransking, er alt við til at menna hesar skapandi førleikarnar hjá øllum tykkum, sum finna uppá, og bróta upp úr nýggjum. Hetta er ein mentan, sum má stuðlast og styrkjast á øllum stigum í skúlaskipanini, heilt frá Fólkaskúlanum til Fróðskaparsetrið. Og enntá áðrenn!

    Tí tað skapandi byrjar jú longu at spíra í vøggustovum og barnagørðum. Fyrr varð hildið, at kreativitetur og hugflog var nakað ”orsakað meg” fjas, sum skuldi “avlærast”, áðrenn man kundi gerast veruliga “vaksin”. Í dag sigur gransking, at eginleikarnir at spæla, at spyrja, at fantasera og eksperimentera, verða varðveittar og víðarimentar (gjarna í eini lívslangari læring hjá okkum øllum).

    Og tað byrjar at líkjast. Vit hava SkúlaFM, vit hava Íverksetarahúsið í Klaksvík, vit hava Hugskotið í Havn, vit hava FabLab norðuri á Kambsdali og suðuri í Vági. Heiðurslønir verða latnar á hvørjum ári til “Ársins Íverkseta”, Innovasjón og íverksetan eru vorðnar lærugreinir bæði á yrkisnámi og miðnámi, og herfyri byrjaði ein nýggj professjónsbachelor í júst hesum á Glasi. Fleiri stuðulsskipanir eru komnar, sum eggja til innovasjón bæði innan nýggjar og verandi vinnugreinar. Og í næstum fara eg at tilnevna tað nýggja ráðið, ráðið fyri Gransking, Menning og Nýskapan, sum eisini verður eitt týdningarmikið stig á leiðini.

    Íløgur í nýggja vitan og íverksetan eru langtíðaríløgur, sum fara at fjølbroyta okkara vinnulív, framtíðartryggja okkara vælferð, og førleikamenna okkara fólk.

    Í einum fámentum landi sum Føroyum hava vit tørv á tykkum øllum. Teimum kreativu, teimum náttúruvísindaligu, teimum, sum hava skil fyri tólum og teknikki, fyri fígging og rakstri, fyri sølu- og marknaðarføring. Tað gongur sjón fyri søgn, at tær verkætlanir, sum bera á mál, eru júst tær, sum megna at samanhugsa allar teir ymisku førleikarnar, sum skulu til, fyri at ein vøra ella ein tænasta skal kunna ferðast alla ta longu leið, frá hugskoti til veruleika. Frá tí lokala, til tað globala.

    Nýggjar føroyskar fyritøkur fáa fótin fyri seg og summar stíga eisini út í heim. Úr rúgvuni kann eg til dømis nevna:

    Nemlia, sum mennir alskyns nútímans tøkni, sum kann samskifta við avvarðandi, við heimarøktina ella við starvsfólk á røktarheimum og geva teimum innlit í støðuna hjá teirra kæru, sum tey ynskja samband við.

    FarPay, sum er ein skipan á netinum til gjaldsloysnir,  at rinda rokningar o.a. við.

    Globetracker, sum samanhugsar umhvørvisliga og fíggjarliga burðardygd við sporføris og eftirlitsskipanir til farmaflutningsvinnuna. Við tí fyri eyga at kunna økja gjøgnumskygni, forða matoyðsli, og minka um CO2 útlát (og spara pening).

    Allar stórar fyritøkur byrja í smáum, við tí góða hugskotinum hjá nøkrum fáum.

    Og í veruleikanum eigur tað ikki at verða nøkur forðing, at vit eru í Føroyum.

    Vit skulu heldur venda tí við og ynskja tykkum ungu til lukku við, at tit eru fødd í Føroyum. Tí “tann amerikanski dreymurin...” er faktisk føroyskur! Tað kann væl vera, at Jeff Bezoz og Bill Gates byrjaðu í eini lítlari garasju í einum stórum landi. Men tit, tit búgva í einum lítlum landi, við stórum møguleikum!

    Tit hava tryggar sosialar umstøður, tit eru væl útbúgvin, og tit fáa góðan stuðul bæði so og so. Tit kunnu saktans, møguliga við einum av tykkara verkætlanum, stovna tykkum eitt íverksetarafelag fyri eina krónu! Tí ræður tað um ikki at grava tykkara talentir niður, men at brúka tær gávur, sum tit hava fingið, at gera tykkara dreymar til veruleika!

    Nýskapan og nýmenning kunnu ríka okkara samfelag bæði so og so. Tær kunnu geva okkum fleiri møguleikar og marknaðir, og tær kunnu geva tykkum ungu førleikar at fóta tykkum fakliga, í einum heimi, sum broytist skjótari og skjótari.

    Í so máta er framtíðin eitt vakurt lyfti um teir mongu møguleikarnir, tit hava at mynda okkara samfelag.

    Men framtíðin er eisini ein ábyrgd á tykkara herðum. Tí frá undanfarnum ættarliðum arva tit avbjóðingar, sum verður lætnar tykkum at loysa.

    Lat meg nevna avmarkaða náttúrutilfeingið, ójavna býtið, veðurlagsbroytingar, flóttafólkastreymar, matvørukreppur og kríggj. Og møguligar hóttandi farsóttir, sum minna okkum menniskju á, hvussu smá vit í veruleikanum eru - og verjuleys.

    Men heldur enn at falla í fátt og goyma okkum fyri hvørjum øðrum, so eiga vit, tvørturum landamørk, at lofta hugskotum hjá hvørjum øðrum; Eiga í felag at møta tíð og avbjóðingum m.a. við nýskapandi felags loysnum, samskifti, samstarvi, vitan og íverksetan; Hetta er vegurin fram.

    - Hevði tað ikki verið stuttligt, um loysnir til stórar globalar avbjóðingar í framtíðini komu úr lítlu Føroyum? Frá einum av tykkum ungu íverksetaraspírum, sum standa her í dag?

    Tykkara fjølbroyttu verkætlanir boða í øllum førum frá góðum.

    Eg takki fyri, at eg fekk hetta høvið at heilsa uppá tykkum og ynski tykkum Guds signing á leiðini fram!