Røður 2021 Jenis av Rana


Røða á samkomu 18. oktober 2021 fyri nýsettum skúlaleiðarum í Fólkaskúlanum

Hjartaliga vælkomin í Mentamálaráðið í dag!

Eg fekk tað æruna at kunna seta tykkum í tey ómetaliga týdningarmiklu størv, sum tit í dag røkja, og tað eri eg sera takksamur fyri!

Í hvørjum einstøkum føri var avgerðin løtt. Tó at eg ikki tók lætt uppá at taka avgerðina, tvørturímóti. Sum eg orðaði meg um eina av hesum avgerðum, so brúkti eg nógva tíð, og gjøgnumgekk umsóknir og innstillingar v.m. væl og virðiliga aftur og aftur, áðrenn avgerðin varð tikin. Og soleiðis má tað vera, tí í mínum eygum er talan um millum landsins týdningarmestu størv.

At kunna vera um, eygleiða, vísa umsorgan, læra og ráðgeva komandi ættarliðinum, sum skal flyta Føroyar longur fram á leið, er av sonnum ein uppgáva av format.

Tit, og skúlin, tit varða av, hava sum fáur annar møguleika at seta fingramerki á komandi ættarlið, at evna til nýggja føroyingin. Av sonnum ein ovurhonds stór og krevjandi uppgáva og ábyrgd.

Trupulleikar ella møguleikar?
Altavgerandi fyri okkum sum ovasta leiðsla skúlans og fyri næmingin er, hvussu vit síggja næmingin. Hendan diamantin, sum foreldrini og samfelagið lata okkum upp í hendur?

Síggja vit hann sum ein trupulleika ella sum ein møguleika, sum okur hava fingið litið í hendurnar at evna til?

Eg havi uppliva nógvar lærarar og stjórar á útbúgvingarleið mínari, bæði her heima og í Danmark. Nakrar, orsakað, sum als ikki hoyrdu heima í einari skúlastovu, aðrar, sum stórtrivust og góvu mær og feløgum mínum kensluna av tryggleika. Menn og kvinnur, sum mentu okkum, og vóru við til at forma lívsleið okkara. Onnur, sum tíverri ikki funnu dyrnar.

Kærleiki, trygd og umsorgan
Avgerandi fyri meg sum landsstýrisfólk á økinum er, at føroyski skúlin er staðið, har næmingurin kennir seg tryggan, elskaðan, virdan og týdningarmiklan!

Í skúlanum hava tit ein framúr møguleika at eygleiða og koma at kenna einstaka næmingin, at síggja nógv djypri inn enn nakar annar. Hetta vita tit væl betri enn eg.

Tit hava møguleikan og forrættin at kunna grípa inn við hjálp at rætta kósina, áðrenn skaðin hendur. At vísa umsorgan og kærleika, har heimligir trupulleikar kunna verða so stórir, at førleikin at taka sær av barninum er farin, og skúlin kanska er einasta vónin, ið er eftir.

Eg nevni hetta, tí, sum vit øll vita, lívið fellur ikki øllum lætt. Og her hava okur, sum varða av skúlanum, og tú, sum leiðari og fyrimynd fyri starvsfólk tíni, ein ómetaligan møguleika at gera mun. At fylgja við og siga til í røttum tíma, og gera skúlastovuna og skúlan til staðið, sum tey við gleði minnast aftur á, kanska restina av lívinum.

Tað ber til, og tað skal bera til! Trívist barnið ikki í skúlanum, so er høvuðsuppgáva okkara og tín, sum leiðari, at finna útav hví! Tað finst altíð ein orsøk til manglandi trivnað. Avbjóðing okkara og tín er at finna hesa orsøk!

Vit mugu aldrin góðtaka annað enn kærleika til barnið innan gáttina í føroyska skúlanum! Vit mugu aldin góðtaka ágang móti børnum okkara, hvørki verbalan, kropsligan ella sálarligan. Tann tíðin má verða farin, og hon má ongantíð koma aftur!

Enn einaferð, hjartaliga tillukku, hvør einstakur tykkara, við álitisstarvi tínum! Harrin gevi tær vísdóm til at røkja tað og tey dýrabaru børn, sum eru latin tær og feløgum tínum í hendur.