Røður 2020 Jenis av Rana


Video-røða til aðalfundin hjá Lærarafelagnum - 20. juni 2020

Góðu lærarar

Eg eri harmur um, at eg ikki kann vera tilstaðar á aðalfundi tykkara í dag. Men tess fegnari eri eg fyri tøkniligu hjálpina, sum ger, at eg kann bera tykkum eina heilsan kortini.

---

Tá eg sum drongur gekk í Skúlunum í Trongisvági, Vági og á Tvøroyri, hevði eg nógvar ymiskar lærarar. Summir lærarar vóru framúr góðir – dugdu væl at fanga og kveikja okkum ungu – meðan aðrir ikki høvdu líka gott tak á okkum.

Men hóast lærararnir vóru ymiskir og høvdu nógvar ymiskar síður, so var felags fyri allar, at teir høvdu stóra ávirkan á gerandisdag mín, lív mítt og lívið hjá floksfeløgum mínum.

Í fleiri tímar um vikuna, í 9 - ja kanska 10 ár - hevur tú samband við einstaka næming tín.

Ofta byrjar samband tykkara, tá næmingurin er seks ella sjey ára gamal – og kanska uttan onkra framtonn – og tú sigur farvæl við ein fullvaksnan tannáring. Og í hesum tíðarskeiðinum upplivir tú bæði gráar týsdagar og sólríkar hósdagar – flenn og tár – saman við næmingunum. Næmingar, sum lurta eftir tí, tú sigur. Næmingar, sum hyggja upp til tín. Og næmingar, sum eisini lata seg ávirka av tær.

Eg veit væl, at næmingar ikki altíð gera og lurta eftir tí, sum lærarin sigur – ofta langt frá – men tað er eingin ivi um, at tit eru millum tey fáu vaksnu, sum einstaki næmingurin brúkar mest tíð saman við í sínum barndómi og ungdómi. Og hetta er mangan tey árini, sum forma okkum sum menniskja, geva okkum persónligheit og grundfesta nøkur av teimum virðunum, sum vit taka við okkum gjøgnum alt lívið.

Hetta er ein stórur forrættur - men eisini ein stór ábyrgd.

Tí tykkara arbeiði fevnir ikki altíð bara um at læra næmingin – tit skulu eisini troysta, vísa umsorgan og ofta eisini uppala.

Tá vit tosa um arv og umhvørvið, eru tey flestu helst samd um, at jú sjálvandi arva vit ein part frá okkara foreldrum, men umhvørvið myndar okkum so sanniliga eisini. Og tá vit nú hyggja eftir øllum teimum árum, døgum og tímum, sum tit eru saman, so fylla tit ótrúliga nógv í umhvørvi og lívi hins einstaka.

---

Fólkaskúlin er karmur um okkara størsta tilfeingi, og tí er umráðandi, at vit áhaldandi menna skúlan.

Tað er eingin loyna, at skúlar og lærarar gerast betri og betri. Fakliga støðið hækkar og námsfrøðiliga tilvitanin gerst størri. So hevur verið, síðani tey fyrstu fóru undir læraraútbúgvingina í Føroyum fyri júst 150 árum síðani. Hesum hátíðarári fari eg at ynskja tykkum so hjartaliga tillukku við.

Sum eg áður havi nevnt, so liggur mær tungt á hjarta at økja um trivnaðin – bæði hjá næmingunum og hjá tykkum.

Trivnaðarkanningar vísa, at eitt nú talið á næmingum, sum kenna seg happaðar, er minkandi. Men tað finnast tó enn næmingar, sum kenna seg happaðar. Næmingar, sum kenna seg uttanfyri og ikki heima í skúlanum. Teimum skulu og mugu vit lofta, so skúlin gerst eitt trygdarstað fyri allar næmingar. Hetta er uppgávan hjá tykkum, skúlaleiðslunum og hjá mær sum landsstýrismanni.

Fyri at basa happingini hava vit millum annað gjørt av at seta ein trivnaðarvegleiðara, at gera fleiri trivnaðarkanningar og at bjóða skúlaleiðslunum fakliga ráðgeving. Hetta fer ikki at loysa allar trupulleikarnar, men vónandi ein part.

Eg veit, at tit longu gera eitt stórt arbeiði, men eg fari enn einaferð at eggja tykkum til at brúka tykkara stóra leiklut í lívinum hjá einstaka næminginum at gera mun fyri hann.

Tað er sjálvandi umráðandi við stórum verkætlanum, yvirskipaðum stragegiium og gløggum arbeiðsbólkum. Men tað er ofta tær smáu gerandisligu gerðirnar, sum eru avgerandi.

Amerikanski basketball-spælarin og -venjarin, John Wooden, segði einaferð: Leita eftir teimum møguleikunum, har tú kanst vísa, at tú leggur í. Tað eru ofta tær smáu gerðirnar, sum gera størsta munin.

Eitt eygnabrá, eitt smíl, eitt stutt prát kann avrika ótrúliga nógv. Tit hava ein útvaldan pall at gera júst hetta á.

Eg veit sjálvandi væl, at tit vita alt hetta, men eg fari at heita á tykkum um ikki at gloyma tað í lívsins meldri.

---

Lat meg nevna nakrar av teimum verkætlanunum, sum eru í gongd á fólkaskúlaøkinum.

Vit vit eru í holt við at seta á stovn skúlabókavørða-útbúgving.

Eisini verður arbeitt við eini verkætlan, sum skal savna allar KT-skipanirnar í skúlaverkinum.

Í heyst byrjar verkætlanin “Føroyar lesa”, sum skal stimbra – ikki bara allar næmingar í Føroyum – men allar føroyingar at lesa meira og at gleðast um at lesa.

Hóast hesar verkætlanir ivaleyst fara at gera skúlarnar betri at ganga í og at arbeiða í, so er tað tykkara leiklutur – tykkara samband við næmingin, sum er altavgerandi.

---

Eg fari at takka tykkum øllum fyri tað góða arbeiði tit gera, og alt tað góða tit leggja í okkara ungdóm.

Eg vil eisini nýta høvið at takka fyri tykkara innsats seinastu mánaðirnar. Eingin okkara hevði nakrantíð trúð, at ein heimsfarsótt skuldi hava høvuðsleiklutin í 2020. Árið, sum skuldi leggja seg gylt oman á alla framgongdina, vit hava havt síðani fíggjarkreppuna. Árið, sum upp á nógvar mátar skuldi vera ímyndin av, at alt gerst størri, effektivari og betri.

Men korona kom. Og korona hevur ávirkað okkum øll.

Støðan við neyðansing, fjarundirvísing og heimaundirvísing hevur sjálvandi verið trupul, men tit hava klárað tað ótrúliga væl.

Vit komu í eina støðu, sum eingin var fyrireikaður upp á, men hóast tað, eru vit komin væl í gjøgnum. Hetta sigur eitt sindur um dygdina í okkara skipanum og ikki minst hvussu dugnalig okkara starvsfólk eru. Tit hava loftað eini truplari tíð – hugsað kreativt og øðrvísi – og úrslitið er ein góður og sterkur fólkaskúli – ið fótar sær eftir sváru kreppuna.

Takk skulu tit og starvsfelagar tykkara hava fyri tað.

Við hesum fari eg at ynskja tykkum øllum ein góðan og uppbyggjandi aðalfund - og signingar Harrans í arbeiði tykkara.

Takk fyri.