Røður 2020 Jenis av Rana


Úrvalsstuðulin 2020 latin - 3. januar 2020 í ÍSF-húsinum

Góðu ítróttarfólk, avvarðandi, sersambond og tit í ÍSF.

Gott nýggjár – og takk fyri at eg eri boðin við til hesa spennandi hátíðarløtuna í dag.

---

Fyri einum mánaði síðani var eg staddur uppi á Hotel Føroyum, í sambandi við at úrslitini av seinastu PISA-kanningini vórðu løgd fram.

Í stuttum vístu úrslitini, at tað hevur eydnast at lyfta veikastu næmingarnar. Men úrslitini vístu tíverri eisini, at eingin føroyskur næmingur kláraði seg framúr væl. Av teimum 564 næmingunum, sum vóru til PISA-kanningina, vóru eingir føroyskir næmingar í ovastu bólkunum.

Hetta órógvarði og órógvar meg almikið. Eg fegnist sjálvandi um, at vit hava lyft botnin, og at vit sostatt hava fingið eina breiða miðju av næmingum. Men vit mangla tey ovastu, við mangla toppin.

Eg ivist onga løtu í, at vit hava næmingar í Føroyum, sum hava eins góðar førleikar sum bestu næmingarnir í øðrum londum. Men vit duga eftir øllum at døma ikki nóg væl at skapa umstøður, soleiðis at hesir næmingarnir mennast og gerast enn betri.

---

Eg hugsi um hesi PISA-úrslitini, nú eg standi her saman við tykkum. Tí í ítróttarhøpi eru tit toppurin. Tit eru best í tykkara ítróttargrein her í Føroyum, og tit klára tykkum eisini ómetaliga væl í altjóða høpi.

Men tit vita eisini hvat krevst, og hvussu umráðandi tað er at hava góðar umstøður, fyri at klára seg væl.

Eg fegnist um, at Úrval í ár letur góðar 1,8 milliónir kr. Hetta er hægsta upphæddin nakrantíð. Og sjálvt um upphæddin kundi verið hægri, so haldi eg, at upphæddin vísir okkum, at Føroyar raðfesta ítróttarfólk, sum klára seg væl.

---

Jantelógin sigur okkum annars mangan, at vit ikki eru nakað, og at vit ikki eiga at virðismeta tey, sum klára seg væl - og tí eru vit ofta varðin við at tosa um okkara góðu úrslit.

Tí er tað lívsjáttandi at vera her saman við tykkum í dag. Tit eru ein fyrimynd – ikki bara fyri onnur ítróttarfólk, men eisini fyri føroyingar sum heild. Tit eru fyrimyndir fyri tey, sum vilja gerast betri á abeiðsplássinum, fyri tey, sum vilja gerast betri í skúlanum og fyri listafólk, vinnulívsfólk og onnur, sum seta sær stór mál.

Tit eru ímyndin av, at tað er í lagi - at tað er okay - at vilja vera best. At tað er sunt og gott at seta sær nøkur mál og røkka hesum málum. Og stuðulin, sum verður latin í dag, skapir neyðugu karmarnar fyri, at dreymarnir verða veruleiki.

---

Vit eru øll ymisk. Sum lækni havi eg mangan upplivað mammur og pápar, sum siga, at “hetta barnið er tíðuliga øðrvísi enn bróðurin ella systirin”. Heilt frá tí, at børn eru smá, síggja vit stórar munir – summi børn duga væl á ávísum økjum, onnur á øðrum. Vit eru øll ymisk. Og tað er gott. Tað ger samfelagið fjølbroytt og spennandi.

Men uttan mun til, hvat vit duga væl ella minni væl, er tað umráðandi at vit fáa rós. Tað er umráðandi, at okkara umstøður og umhvørvi eggja okkum til at gera okkara besta. Tað er soleiðis, vit sum samfelag mennast – við at uppbyggja heldur enn at niðurbróta hvønn annan.

Tað er grundleggjandi skylda okkara at halda fram við at menna veikastu næmingarnar, veikastu íðkararnar ella tey, sum hava avbjóðingar á arbeiðsplássinum. Vit skulu altíð verða har og rætta hondina út til teirra, sum hava tørv á hjálp.

Men vit mugu eisini vera eitt samfelag fyri tey, sum duga væl og sum vilja gerast enn betri. Vit eiga at vera eitt samfelag, sum setur sær stór mál bæði í ítrótti, í skúla, í vinnulívi og øðrum lívsins økjum- og sum eggjar fólki at røkka hesum málum. Og í staðin fyri bara at hyggja eftir, hvør dugir væl og minni væl, eiga vit at stremba eftir at virðismeta hvør anna, og at uppbyggja tað, sum vit í hvør sínum lagi duga væl.

Eg fari tí at enda við at takka tykkum íðkarum og Úrvali fyri, at tit gera júst hetta. Tit ganga á odda, tá talan er um at virðismeta góð úrslit og at uppbyggja og virðismeta hvønn annan. Og tað er mín vón, at tit halda á fram við hesum.

Takk fyri.