Røður 2020 Jenis av Rana


Summarframsýning í SALT - á Drelnesi 18. juli 2020

Góðan dagin, øll somul, og takk fyri, at eg varð boðin við til ferniseringina í dag.

Hvørja ferð vit koma inn higar, verða vit ovfarin. Ovfarin av hesum stórsligna og serstaka bygningi. Hesin hábærsligi og søguligi bygningurin, sum reisir seg høgt úr náttúruni. Ein bygningur, sum mær, sum skúlanæmingur, eisini untist at arbeiða í.

Í dag komi eg beinleiðis av rættini, so man má siga, at hetta er ein dagur við mótsetningum. Men soleiðis er tað føroyska samfelagið. Í Føroyum er stutt ímillum mótsetningarnar.

Tað er stutt ímillum náttúruna og civilisatiónina.

Tað er stutt ímillum saltsiloina og mentanarbygningin.

Tað er stutt ímillum rættina og ferniseringina.

Tað er stutt ímillum gummistivlarnar og blonku skógvarnar.

Tað er stutt ímillum seyðin og pinnamatin.

Og fyri mítt viðkomandi er tað stutt ímillum landsstýrismannin og glaða mannin á rættini ímillum allan seyðin. Tó skal tað ikki skiljast sum at je ikki er glaður í SALT í dag, men eg elski at fáast við seyð - eisini hóast veðrið í dag kundi verið betri.

---

Føroyar eru eitt ótrúliga samansett og fjølbroytt samfelag. Tíbetur havi eg hug at siga, tí eg trúgvi, at hetta er ein av høvuðsorsøkunum til, at vit hava eitt so ríkt og fjølbroytt lista- og mentanarlív.

Líta vit at heimskortinum og síggi lítla prikkin, sum eitur Føroyar, verða vit bergtikin. Bergtikin av, hvussu ríkt okkara samfelag er. Mentanin blómar, og vit hava so nógv dugnalig listafólk kring alt landið.

Við fáum midlum - og ikki altíð í so góðum umstøðum - hava listafólk gjøgnum øldir og fram til í dag givið okkara mangan kalda gerandisdegi litir og hita. Við penni, penslastrokum og tónum hava listafólk ríkað samfelagið.

Og man spyr seg sjálvan: Hvussu ber hetta til? Hvussu ber tað til, at hetta lítla landið er so ríkt?

Tað eru helst fleiri orsøkir, men eg haldi, at eg tori at siga, at ein av høvuðsorsøkunum er, at samfelagið er so samansett, so margfalt.

Vit lata okkum ikki avmarka av, hvaðani vit koma, hvat okkara áhugi er ella hvørji vit eru.

Tú kanst arbeiða sum listafólk fulla tíð, og tú kanst hava eitt púra vanligt 8-16 arbeiði og vera listafólk samstundis. Tú kanst vera úr Havn, úr Suðri ella úr Klaksvík. Tú kanst vera ungur sum gamal, kvinna ella maður við øllum tí, sum lívið bjóðar, og samstundis vera eitt dugnaligt listafólk við nógvum upp á hjarta.

Og so tú kanst koma beinleiðis av rættini til eina fína og frálíka fernisering sum hesa.

Ferniseringin her – við lokalum og ymiskum listafólkum - er eitt gott dømi um, hvussu samansett og margfelt okkara samfelag er. Eitt gott dømi um, hvussu stutt tað er ímillum mótsetningarnar.

Hesum mugu vit halda fast í, tí júst hetta mynstrið, er helst tað, sum heldur lív í m.ø. okkara dynamiska lista- og mentanarlívi.

---

Suðuroyggin og Tvøroyri liggja mær nær á hjarta. Tað er her, eg vaks upp. Tað er her, eg gekk í skúla. Tað er her, eg gangi fjøllini. Og tað er her, eg enn vitji míni gomlu, kæru foreldur.

Mær dámar væl at fara til ferniseringar og onnur mentanarlig tiltøk, men hendan ferniseringin - við lokalum listafólkum úr allari oynni – er fyri meg, sum bæði trongisvágsingur og landsstýrismaður í mentamálum, nakað heilt serligt. So eg gleði meg at síggja, hvat summarframsýningin í ár hevur at bjóða.

Eg takki enn einaferð fyri, at eg varð boðin við, og fari at ynskja tykkum øllum eina góða summarframsýning. Við hesum seti eg summarframsýningina í SALT 2020.

Takk fyri øll somul.