Røður 2020 Jenis av Rana


Røða til skúlaleiðarfund - á Teams 6. mai 2020

Góðan morgun góðu skúlaleiðarar.
Tað er mær ein heiður at kunna senda eina heilsan til leiðarafund tykkara í dag.
Tó vildi eg ynskt, at vit kundu verið saman - givið hvørjum øðrum hondina, tosað saman, skemtast, flent og annars hugna okkum.
Vónandi koma teir dagarnir skjótt aftur.

---

Eg vóni, at tit øll hava tað gott. 
Sjálvt um vit her í Føroyum hava megnað at hildið korona so gott sum burtur, so hevur hon tó rakt hart.
Hetta hevur verið ein ókend og trupul tíð fyri okkum øll. Men eg vóni, at tit øll eru komin væl ígjøgnum seinastu vikurnar. Og eg vóni og biði eftir, at allir næmingar koma væl frá hesari ólukkuligu kreppu, sum so óvantað rakti okkum.

Hetta hevur verið ein tíð, sum hevur kravt nógv av tykkum og starvsfólkum tykkara. Kravt at tit duga at tillaga tykkum, duga at hugsa undirvísingina øðrvísi og ikki minst duga at sissa tey, sum kanska hava kent seg ótrygg.
Bæði tit og allir lærarar hava verið fyrimyndarlig, og tað vil eg fegin takka fyri.

---

Korona hevur rist í okkum. Korona hevur endavent øllum heiminum, men hon hevur samstundis eisini lært okkum eina rúgvu.

Vit taka ofta gerandisdagin fyri givið. Men allar avmarkingarnar seinastu vikurnar hava veruliga lært meg – og ivaleyst eisini tykkum – at seta prís upp á vanligar gerandis-hendingar.

Tað at sleppa at vitja síni gomlu foreldur. At vera saman við sínum vinum. At síggja sínar floksfelagar. At vera saman við starvsfeløgum. At ferðast. At fara á matstovur, í kirkjur ella samkomur, og enntá at sleppa til arbeiðis og í skúla.

Alt hetta vanliga frá gerandisdegi okkara hevur knappliga fingið nýtt lív. Avmarkingarnar og óvissa støðan hava fingið okkum at hugsa um okkara lív á ein annan, sunnari og mennandi hátt.

Korona hevur eisini lært okkum at hugsa eitt sindur øðrvísi enn vit plaga. At hugsa kreativt. At síggja nýggjar møguleikar.
Hesin fundurin í dag er eitt dømi um tað. Vit kunnu hittast, sjálvt um vit ikki eru í sama rúmi.

Fjarundirvísing og undirvísing við frástøðu eru eisini dømi um tað. Øðrvísi læruhættir somuleiðis.
Eg hoyrdi um ein lærara, sum í søgutímanum fór við næmingunum út á Skansan. Meðan tey gingu, greiddi lærarin frá søguligu hendingunum. Óivað ein túrur, sum næmingarnir liva longi uppá og seint gloyma.

Vit hava lært at síggja nýggjar møguleikar – at skipa fundir, arbeiðspláss, undirvísing, ferðing, guðstænastir og eisini mentanartiltøk øðrvísi enn áður.
Og hetta er sunt fyri okkum. Tí ofta hava vit lyndi at gera, sum vit altíð hava gjørt. At gera sum vit gjørdu í gjár. At gera sum vit gjørdu síðsta ár. Og at gera sum vit hava gjørt seinastu 10 árini.

---

Gongurók, vestantil í Trongisvágsbotni, er brøtt og illa gongd. Fá eru tey, ið leita hagar, tóat avbera vakra umhvørvið lokkar og dregur.
Ein góðveðursdag var eg á ferð við pápa mínum á hesari - og øðrum rókum. Hann, sum seyðamaður, leiddi, meðan eg, ein glaður smádongur beint undir skúlaaldri, fylgdi. Men bráddliga fangaðu eygu míni ørandi hæddirnar og óttin tók vald.
Tó, eins skjótt, sum hetta hendi, varnaðist pápi broytingina, og stóru og tryggu hendur hansara kendust bráddliga fastari. Varðisliga tók hann meg at sær og spurdi: ”Ert tú bangin?”. Eg játtaði, og eg gloymi aldrin svarið, sum beinanvegin rak burtur óttan og birti frið í sál og sinni:
”Fyrr”, segði hann, ”Fyrr skal Oyrnafjall falla enn vit báðir”. Og síðani leiddi hann meg trygt víðari.

---

Tit hava leitt lærarar, foreldur og næmingar gjøgnum eina trupla tíð. Tíverri er trupla tíðin neyvan av enn - men eg vóni, at sum longsti dagur nærkast, hvørvur koronasjúkan, á sama hátt, sum hon kom.

Hvat, ið verður væntað av tykkum sum skúlaleiðarum, man verða nær tengt at tí, sum vónina setur.
Foreldur, næmingar, lærarar, skúlaráð o.ø. munnu hvør í sínum lagi hava vónir, meðan setandi myndugleikin hevur fest beinleiðis krøvini á blað.

Fremst í mínum huga er longsilin eftir at tykkum aftur og aftur man eydnast at kveikja í næmingunum somu trygdarkenslu, sum mær var fyri hin dagin fyri seksti árum síðani, tá pápi tók fastari í hond mína, minti meg á Oyrnafjall og leiddi meg burtur úr óttanum.

Í øllum dagsins meldri vóni eg, at tað eydnast tykkum at kveikja og styrkja tryggleikakenslu næminganna. Tað er fremsta vón og bøn mín sum landsstýrismaður í skúlamálum.
At yngsti vónríki næmingurin, eins væl og tann av sjálvsáliti fylti eldri, finnur tað friðskjól, sum mong teirra sakna og leingjast eftir í skúlunum.
Megnar tú sum skúlalaeiðari tað, hevur tú av sonnum leitt væl.

---

Góðu skúlaleiðarar:
Óneyðugt er at siga tykkum, at altumráðandi er, at hvør einasti næmingur verður sæddur og kennir seg heima og tryggan í skúlanum.
Tí raðfesta vit trivnaðararbeiði við m.a. hægri játtan, bjóðað ráðgeving frá námsvísindadeildini og hava tikið avgerð um at seta trivnaðarráðgeva í skúlunum.
Saman við námsfrøðiligu eftirútbúgving tykkara, og øktari eftirútbúgving av lærararum, vóna vit at kunna skapa ein enn betri skúla.
Tað er mítt ynski og mín vón.

Eg fari enn einaferð at takka tykkum og øllum lærarum fyri tað góða arbeiði, tit gera, og ynski tykkum øllum ein góðan og gevandi dag.

Takk fyri.