Røður 2020 Jenis av Rana


Røða í sambandi við at Tvøroyrar Skjalasavn letur upp - á Tvøroyri tann 3. juli 2020

Góðan dagin øll somul.
Takk fyri, at eg var boðin við, og hjartaliga til lukku við stóra degi tykkara.
---
Royndarverkætlanin við Tvøroyar Skjalasavni gongur nú á triðja ári. Endamálið við verkætlanini hevur verið at skipa og reka eitt skjalasavn á Tvøroyri, sum skal varðveita søvn og savnseindir av privatum uppruna.
Og í dag kunnu vit fegnast um, at vit øll – tvøramenn, suðuroyingar og allir føroyingar – kunnu koma her at síggja og uppliva hesi søvn og savnseindir.
Tað er eitt stórt framstig, at privat skjøl v.m., ið hava stóran mentanarsøguligan týdning fyri lokaløkið, kunnu verða savnað, skrásett, varðveitt og verða atkomulig hjá áhugaðum fólki og granskarum í Suðuroy.
Tí tað er altavgerandi, at vit halda lív í okkara mentanarsøgu um alt landið.
---
Hóskvøldið í farnu viku sat eg í einari stovu í Akureyri saman við gomlum manni og tveimum synum hansara. Í 2005 legði hann síðstu hond á íslendska/føroyska orðabók, men so skjótt hann var liðugur við tað stórverkið, byrjaði hann arbeiðið við næstu bókini, eini føroysk/íslendskari orðabók, sum nú er liðug.
Tað serstaka við høvundanum er, at hann er 94 - tú hoyrdi rætt, 94 ára gamal. Tá je spurdi hvat dreiv verkið, svaraði ein av synunum: ”Pápi ynskir ikki, at tað hendir, at eitt tað einasta orð, íslendskt ella føroyskt, fer í gloymskuna.”
---
Tað var jú trongisvágsingurin Rasmus Effersøe, sum fyri mongum árum síðani yrkti orðini: ”Latið ei søguna doyggja”.
Spurningurin mín í dag er: Kann søgan doyggja?
Svarið er einfalt: Ja, tað kann hon saktans!
Veruleikin er, góðu áhoyrarar, at hvønn dag doyr ein stórur partur av søguni. Hugsa t.d. um hendingar úr tíni egnu familju, sum hvørva og doyggja, tí ongin hugsar um at festa niður á blað alt tað góða, alt tað stuttliga, alt tað forvitnisliga, upplivingarnar o.s.fr., sum teir og tær, sum eru farin og fara frá okkum, upplivdu. Tað tey mintust og søgdu okkum, men sum okur tíverri gloymdu at skjalfesta.
---
Eitt dømi, sum hevur fest seg í sinni mítt, er frá einum heystmorgni, árið minnist eg ikki, kanska í 1960, tá var je 7 ára gamal. Spakuliga kemur ein lastbilur koyrandi inn um Fríðagil, har Hilmar Persson í mong ár livdi sítt stillføra og arbeiðssama lív. Uppi í lastini stóðu álvarsligir menn, og var tað av tilvild ella ikki, ikki veit eg, men júst tá stóð abbi mín, Petur Karl Bech, við mikrofon í hond og røddi. Røðan var hátíðarlig - og um politikk. Brádliga skóru teir útúr at syngja úr altjóða slagsangi arbeiðarrørslunnar: ”Tí tungt er sum trælur at tyggja sítt breyð, til arbeiðis lív ella deyð”.
Løgtingsval var fyri framman, og her var talan um tátíðar hátt at fáa boðskapin út. Soleiðis koyrdi bilurin spakuliga runt á Tvøroyri, og teir skiftust um at røða.
Hvussu nógv minnast hetta í dag - ella um 50 ár - skuldi Skaparin framvegis unt menniskjanum at veri her tá.
---
Talan er um stórverk, sum tit báðir, Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, higartil hava lagt úr hondum í gamla ísvirkisbygninginum. Um ikki nú ella um nøkur ár, men einaferð, so fara tit at eiga æruna fyri, at eftirkomarar okra við undran kunnu leita og finna skjalprógvað tilfar, sum sigur frá stórbaru søgu Tvøroyrar, sum ikki bert er søga suðuroyinga, men søga alra Føroya. Tí tær og teir, sum stríddu stríðið her suðuri, stríddu, og fyri tað mesta einsamøll, stríð alra føroyinga.
---
Hvussu kunnu komandi ættarlið, uttan tey skjøl, tit hava savnað og varðveitt, vita um og siga frá søguni um:

Enigheden, Fylking, Fiskepigernes fagforening, Arbeiðaranna Trolarafelag - betur kent sum AT, Handilsvirkið Hvítanes, Vilhelm Thorsteinsson og virki hansara, Tvøroyrar Brúksfelag, Føroya fyrstu keypssamtøka, Farolit, evni úr leiri, sum í 30’unum varð útflutt úr Rangabotni, Ísvirkið, Saltsøluni á Drelnesi, Stríðnum fyri kontantari avrokning, Føroya Kol og ótrúligu søguna um hesa vinnu, Tvøroyar Flakavirki, Franskmonnunum báðum, ið leigaðu flakavirkið, Upprunanum til nøvnini Persson, Wiberg, Åkeson, Ohlsson, Lindberg v.m. Feløgunum, T.F Thomsen, A/S J. Mortensen- og Varðanum Pelagic og Delta, tá tíð teirra kemur - og vit kundu hildið á.
---
Savnið, okur fegnast um í dag, ber og fer at bera boð um reystmennini, sum ikki fullu í fátt, tá neyðin bankaði á dyrnar, men brettu upp um armar og bjargaðu bygdini, fólkinum her búði, ja øllum Føroyum.

Hetta gjørdu nakrir í 1915, neyvari sagt var tað flaggdagin í 1915, at teir stovnaðu Føroya fyrsta fakfelag, sum teir nevndu Enigheden. Aðrir broyttu í 1932 navnið til vælkenda og heiðursverda Fylking.
Í bókini um Fylking verða hesir undangongumenn, forfedrar okra, sum her standa í dag, m.a. lýstir sum fakfelagsmenn, sum ”allatíðina leitaðu eftir leiðum burturúr arbeiðsloysinum.” Tað gjørdu teir fyri tað fólk og ta tjóð teir elskaðu.
Hetta stríðið førdi nakrar teirra, mitt í tríatiárunum, av landinum til Keypmannahavnar. Har smæddust teir ikki at taka bardagan upp við danir, við fiskaríbankan, statsministarar, m.a. Stauning, har stríðið gjørdist so hart á tí eina fundinum, at menn máttu ímillum at sissa - serliga Stauning.
---
Stórsligin er søgan um stovnanina av p/f KOL. Tað var ynski um at basa arbeiðsloysinum hjá limum sínum, sum dreiv hesar menn av landinum at samráðast um fígging. Men eisini at fáa tikið burtur monopolstøðuna sum útlendingar, m.a. fransmenn, høvdu vunnið sær á kolalindunum í Rangabotni. Hetta endaði við, at Fylking í 1940 yvirtók p/f Kol og rak virkið saman við Tvøroyrar kommunu heilt til 1971.
---
Somu garpar stóðu fyri keypinum av trolaranum ”Leivi Øssurssyni”, og teir stovnaðu Arbeiðaranna Trolarafelag í ringastu tíðum, tá tað privata tíverri fór av knóranum. Tað var í 1936, at teir stovnaðu AT - megnarvirkið, sum á lønarlistanum hevði fleiri hundrað arbeiðsfólk og í ártíggjur átti lívið í tvørafólki, til eisini tað, sum so mangar aðrar fyritøkur, bæði undan og aftaná, mátti leggja árarnar inn. Mál og mið teirra var einfalt: ognarrætturin til framleiðslutól og arbeiðspláss fyri at halda hungrinum burtur.
Og uppaftur aðrir løgdu til brots við somu málum fyri eyga og stovnaðu fyrst í 70’unum Tvøroyrar flakavirki, sum hóast tað koyrdi trygt, tíverri bleiv tikið frá teimum og koyrt í mølposan saman við øðrum virkjum, sum vóru illa fyri. Men tað var Tvøroyrar flakavirki ikki, takka verði avtaluna við fransmenninar báðar, sum í nítiárunum leigaðu tað.
---
Søgan um kontantu avrokningina, hendan rættin at kunna fáa peningin útgoldnan, ístaðin fyri vøru, má ikki farast. Tað stríðið kostaði teimum nógv. Fá skiltu tos teirra, m.a. noyddust teir í verkfall fyri hendan sjálvsagda rættin. Aftaná sigurin stovnaðu teir sína egnu løngjaldsstovu, løngjaldsstovu Fylkingar. Bert spell at dagur kom, tá bankunum eydnaðist at steðga løngjaldsstovuni, tí teir, bankanir, søgdu seg kunna gera hetta ókeypis.

Men tíðir broytast og ikki eru meira enn 14 dagar síðani fjølmiðlarnir viðgjørdu, hvussu høgur prísur bankanna er vorðin, síðani teir fingu loyvi at leggja hald á dýrt vunnu lønina. Tíbetur tosa fleiri enn ein politikari í dag um at taka hendan einkarætt aftur frá bankunum - og geva løntakaranum hann aftur.
---
Arbeiði tykra, Jens Pauli og Kári, skjalprógvar harða, drúgva og tógva stríð forfedra okra - stríð, ið ofta kostaði teimum nógv. Men úrslitið er nútímans vælferðarfelagið Føroyar, bygt á hugmyndina um vælferð og sosialan tryggleika. Hesi fólk skaptu okkara nútíðarsamfelag, og tey hava uppiborið at verða minst!
Lat meg enda við nøkrum orðum úr formælinum til bókina um Fylking. Tey ljóða soleiðis: ”Við at minnast fortíðina megna vit betur at skilja nútíðina, eins og vit gerast betur før fyri at taka ímóti avbjóðingunum, sum framtíðin ber við sær”.
Takk fyri.