Røður 2020 Jenis av Rana


Próvhandan, diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu - 9. juni 2020 á Hotel Føroyum

Góðan dagin øll somul og hjartaliga til lukku við útbúgvingini.

Tit eru tey fyrstu, sum hava lokið hesa útbúgvingina í Føroyum, so hetta er ein heilt serligur dagur, bæði fyri tykkum og okkum øll.

Leiðslurnar á skúlunum kring landið eru góðar, men eg ivist onga løtu í, at tit, við hesi útbúgvingini í námsfrøðiligari leiðslu, fara at menna leiðslurnar og sostatt gera skúlarnar í Føroyum enn betri.

---

Eg fari ikki at troytta tykkum við høgtflúgvandi orðum um leiðslu.

Eftir trimum árum á skúlabonki kenna tit uttan iva flestu gullkorn um leiðslu, sum eru verd at duga sum leiðari. Og tit høvdu ivaleyst ypt øksl eftir mínum fátæksligu royndum at royna at látast vísur. So tit fáa ongan smartan fyrilestur frá mær í dag.

Ístaðin fari eg at siga tykkum frá tveimum av mínum fyrimyndum. Talan er um tveir leiðarar, sum á sín egna eyðmjúka hátt vóru fantastiskir leiðarar.

---

Tann fyrra leiðara-fyrimyndin er Erik Norderø.

Erik Norderø var hjartalækni, og hann var yvirlækni á einum av mínum fyrstu arbeiðsplássum.

Frá fyrsta degi møtti hann mær og hinum starvsfólkunum við áliti.

Eg minnist, at eg einaferð kom ov seint til arbeiðis, so eg smoygdi mær inn á morgunfundin (morgunkonferensuna), og vónaði ikki, at nakar gav tí ans.
Men Erik hugdi milt og vinsælt upp á meg og mælti “Jenis, når du er sen på den, behøver du ikke at skynde dig. Du er allerede for sen – og det kan ske for os alle sammen”.

WOW – tað lætnaði.

Eisini minnist eg, hvussu hann stríddist við leiðsluna - okkara vegna.

Áleið triðju hvørja vakt skuldi hann vátta tær minuttuppgerðir, sum vit, yngru læknar, máttu og skuldu minnast til at útfylla. Síðani var tað skylda hansara at vátta, at hesar vóru rætt útfyltar. Men "nei", segði hann og skúgvaði skjalið frá sær, hvørjaferð onkur nýkomin rætti honum tað - ”jeg har fuldt tillid til det, du har skrevet. Hvis jeg ikke har tillid til, at du udfylder opgørelsen rigtigt, så har jeg heller ikke tillid til at overlade sygehuset og patienterne i dine hænder.” Og harvið var tað.

Erik hevði stórt álit á sínum starvsfólkum, og hetta hevði við sær, at starvsfólk høvdu álit á honum.

Hann dugdi væl at læra frá sær, men hann dugdi samstundis eisini so ómetaliga væl at lurta og at læra av sínum starvsfólkum.

Hetta gav starvsfólkunum sjálvsálit og økti álit teirra á hann. Og eg trúgvi, at júst hetta er ein av lyklunum til at gerast ein góður leiðari.

---

Tann seinna leiðara-fyrimyndin, sum eg havi hug at nevna, er Móses.

Fleiri vita kanska ikki av hesum, men Móses var tungur fyri málinum og hevði ilt við at tosa. Tí royndi hann, tá hann bleiv útvaldur til at leiða ísraelsfólk úr Egyptalandi, at bera seg undan. Hvussu kundi hann, sum dugdi illa at tosa og at stíga fram, vera leiðari, var ivaleyst hugsan hansara.
Men hann bleiv leiðari. Hann leiddi ísraelsfólk úr Egyptalandi. Og í dag – 3500 ár seinni – vita so at siga øll, hvør Móses var. Hann er ein tann kendasti leiðarin, søgan veit um at siga.

Beiggi Móses, sum æt Áron, dugdi harafturímóti væl at tosa og at føra seg fram.
Ímeðan Móses var tann, sum legði allar ætlanirnar til rættis, var tað Áron, sum tosaði við fólkið. Og ímeðan Móses tók avgerðirnar, var tað Áron, sum bar boðskapin fram.

Móses helt seg ikki vera tann upplagdi leiðarin vegna sínar máltrupulleikar. Men hann dugdi so nógv annað, sum gjørdi hann til ein góðan leiðara.
Hann var tolin og eyðmjúkur, hann hevði yvirlit, og so dugdi hann at síggja og brúka eginleikarnar hjá øðrum – eginleikar, sum hann ikki sjálvur hevði.

Og akkurát hetta er umráðandi. Tað er umráðandi, at tú sum leiðari kennir tínar avmarkingar og dugir at fáa eyga á styrkirnar hjá tínum starvsfólkum. Tí einki menniskja megnar alt. Vit hava øll fingið ymiskar gávur, sum vit eiga at menna og at brúka.

---

Eg kundi nevnt fleiri aðrar leiðarar – kvinnur og menn, yngri og eldri, núlivandi og ikki – sum hava hugtikið meg. Leiðarar, sum hava verið framúr í teirra leikluti. Leiðarar, sum hava dugað at brúkt sínar sterku síðir, viðurkent sínar veiku síður og dugað at lyfta teirra starvsfólk.

Fantastiskir leiðarar júst sum Erik og Móses.

Sagt verður, at tað er einsamalt á tindinum – at leiðarar ofta standa eina. Men so nýtist ikki at vera.

Fleiri av tykkum eru í longu í leiðslustørvum, og fleiri tykkara fáa kanska leiðslustørv í framtíðini. Til tykkum leiðarar og komandi leiðarar vil eg siga:

1. Hav álit á tær sjálvum og tínum starvsfólkum.

2. Lær og lurta.

3. Ver ærlig um tínar styrkir og tínar avmarkingar, og legg tær eina við at fáa eyga á og at brúka styrkirnar hjá tínum starvsfólkum – tað ger teg ikki til ein minni leiðara – tvørturímóti.

4. Og so skulu tit sjálvandi eisini brúka øll gullkornini, sum tit hava lært seinastu trý árini.

Enn einaferð hjartaliga til lukku við útbúgvingini, góða eydnu í starvinum og Harrans signing hvønn dag framyvir í týdningarmikla starvi tykkara.

Takk fyri!