Røður 2020 Jenis av Rana


Móttøka fyri Steinbjørn Hardlei - 6. februar 2020 á Glasi

Góði Steinbjørn

Fyrst av øllum fari eg at bjóða tær hjartaliga vælkomnum í starvið sum rektari á Glasi - vælkomnum til eitt bæði spennandi og eisini avbjóðandi starv.

Steinbjørn kendi eg ikki, fyrr enn eg kom á vitjan her á Glasi fyri nøkrum mánaðum síðani, bæði á politiskar fundir, men eisini saman við donskum politikarum, sum eg fegnaðist um at kunna vísa glæsiliga Glasir. Síðani tá hava vit hitst fleiri ferðir.

Tað fyrsta eg beit merki í, var blídnið og vinaliga smílið. Mær tykir, at tú dugir væl at fáa fólk at føla seg væl.

Tað eru góðir eginleikar í einum starvi sum rektari á Glasi – Glasir, sum er ein samanrenning av tekniska skúla, handilsskúlanum og studentaskúlanum. Ein samanrenning av sera ymiskum lærarum við ymiskum fakøki. Og ikki minst ein samanrenning av sera ymiskum næmingum, sum allir hava hvør sína bakgrund.

Tað finst neyvan eitt arbeiðspláss í Føroyum, sum er so stórt og fjøltáttað sum Glasir.

Og tá er gott at hava ein rektara, sum hevur bæði beinini niðri á jørðini - ein rektara sum lurtar eftir og sær síni starvsfólk. Og teir eginleikarnir tykir mær, at tú hevur.

 --- 

Ein Urias-postur. Soleiðis kann man kanska lýsa starvið sum rektari á Glasi.

At savna tríggjar so ymiskar skúlar í ein, er ikki bara sum at siga tað. Og so ikki minst alt rokið, sum hevur verið um hendan bygningin...

Ja, rektarasessurin her er ikki júst ein sessur, sum man kann krógva seg í. Tað krevur bæði dirvi, eyðmjúkleika og góð samstarvsevnir at vera rektari her.

---

Tú hevur verið við frá byrjan, tá skúlarnir vórðu samanlagdir. Fyrst sum stjóri á Føroya Handilsskúla. Síðani sum umsitingarstjóri og seinastu mánaðirnar sum rektari. Tú hevur undirvíst á miðnámi, á yrkisnámi og eisini á hægri námi, so tú kennir hvønn krók.

Tú kennir leiðsluna, lærararnar og ikki minst næmingarnar her á skúlanum. Og tað eru góðar og neyðugar fortreytir í starvinum.

---

Eg trúgvi, at navnið “Glasir” helst er tað navnið í Føroyum, sum seinastu árini er sagt oftast – í fjølmiðlunum, millum okkum politikarar og eisini millum Føroya fólk. Men tíverri ikki altíð í einum positivum samanhangi.

Men hetta, tykir mær, er við at venda. Og teir snøklar, ið eftir eru, eiga at kunna loysast - ikki minst við tær við róðrið.

Tí sannleikin er tann, at hetta er ein fantastiskur bygningur og ein fantastiskur skúli. Her arbeiða sera dugnalig starvsfólk, sum brenna fyri at læra okkara ungu. Og her ganga bæði evnaríkir, eldhugaðir og ymiskir næmingar.

Og eg ivist onga løtu í, at tú sum rektari fer at menna hendan skúlan, soleiðis at hann fer at gerast enn betri fyri bæði lærarar og næmingar.

---

Góði Steinbjørn, hjartaliga til lukku við starvinum. Eg fari at ynskja tær góðan arbeiðshug, Harrans signing í starvinum, og eg síggi fram til gott samstarv.

Takk fyri.