Røður 2020 Jenis av Rana


Mentanarvirðislønir landsins latnar - 15. januar 2020 í Sjónleikahúsinum í Havn

Góðu gestir!

Vælkomin til hesa hátíðarløtu í Sjónleikarhúsinum í Havn, nú vit fara at handa mentanarvirðislønirnar fyri 2019. Bæði tit, sum sita her, og tit, sum sita heima og fylgja við.

Vælkomin øll somul!

Sum eg um vikuskiftið havið hugsað um hetta at veita úrmælingum heiður, rann fram fyri meg slík hending í Bíbliuni. Talan er um brot úr bók Esters drotnings, har kongurin, sum á tíð hennara kallaðist Ahasverus, eina náttina legðist við andvekri. Hann bað teir tá lesa fyri sær um minniligar hendingar, og tá teir lósu um mann, sum hevði bjargað lívi hansara, spurdi kongurin: “er hann heiðraður og gjørdur stórur fyri hetta”.

So var ikki. Men skjótur varð kongurin og setti mannin, Mordokei nevndur, í ein av hægstu sessum í ríkinum.

Í kvøld er tað tó ikki ein, í tíð og stað, fjarur kongur, men politiska vald Føroya, sum við hátíðarløtu í høvuðsstaðnum og kringvarpan um alt landið, veitir heiðursgávur til borgarar, sum sum á serligan hátt skapa og halda lív í føroyskari mentan.

---

Seinastu vikurnar havi eg havt tann forrættin at heiðra aðrar føroyingar. Millum hesar ein av heimsins fremstu rógvarum. Ein unglinga, sum 10 ára gamal, var drívmegin í at stovna fyrsta taekwondo felag í Føroyum. Og fyri knapt tveimum vikum síðani veitti felagsskapurin Úrval heiður til okkara fremstu ítróttarfólk.

Føroyar eru á tremur við fólki, sum seta eitt serligt fingramerki á okkara land: Vit heiðra ársins fyrsta hjálpara, ársins virki, ársins leikara, ársins átak fyri at nevna nøkur fá – og so ársins føroying – eldsálin Martin Kúrberg, hevur júst fingið hendan uppiborna heiður.

Og í kvøld fara vit so at heiðra mentan og list Føroya.

---

Tá eg siti og hyggi eftir einum heimskorti og síggi ein lítlan prikk, sum eitur Føroyar, haldi eg, at tað er ótrúligt, hvussu nógv føroyingar gjøgnum tíðina hava avrikað.

Við fáum midlum – og í vindi, regni og stormi sum nú - hava listafólk mangan givið okkara kalda gerandisdegi litir og hita.

Við penni, penslastrokum, leiki og tónum hava hesi fólk ríkað okkara mentan.

Og eg spyrji meg sjálvan: Hvussu ber hetta til? Hvussu ber tað til, at hetta lítla landið er so ríkt?

Í mínum huga tí so nógv okkara hava eitt ótroyttiligt skapandi lyndi. Og ikki minst er føroyska mentanin livandi, tí vit her í Føroyum koma hvørjum øðrum við: Í ítróttarfeløgum, í kirkjum og samkomum, í skúlum, til sang, leik og listaframsýningar. Í stormi og sól, í myrkri og ljósi standa vit tætt saman – mitt úti í norðuratlantshavinum - og geva hvørjum øðrum íblástur. Og úrslitið er ein blómandi mentan.

Kvøldið í kvøld er einki undantak.

Eg eri fegin um at vera her saman við tykkum í kvøld – í hesum heimliga og hátíðarliga sjónleikarhúsinum í Havn. Og eg gleði meg til at síggja, hoyra og heiðra nøkur av teimum mongu, sum eiga sín lut í okkara livandi mentan.

Enn einaferð hjartaliga vælkomin, øll somul. Nú fari eg at lata Páll orðið aftur.

Takk fyri.