Røður 2020 Jenis av Rana


Læraradagar - 18. og 19. februar 2020 í Norðurlandahúsinum

Góðu lærarar og skúlaleiðarar. Góðu luttakarar.

Fyrst av øllum fari eg at takka fyri, at eg eri boðin við til læraradagarnar.

Tað er stuttligt at síggja, at tit eru so fjølment. Og skráin sær sera spennandi út, so hetta kann ikki blíva annað enn ein áhugaverdur og gevandi dagur.

---

Lat meg byrja dagin við eini lítlari søgu.

Hon er um ein ungan drong, sum kom gangandi framvið einum stórum slotti.

Á slottinum búði ein vísmaður.

Tá vísmaðurin sá drongin koma gangandi, bjóðaði hann honum inn. Og tá hann sá, hvussu bergtikin drongurin var av slottinum, bjóðaði hann honum at fara eina rundferð á vakra slottinum.

Men áðrenn drongurin fór, gav vísmaðurin honum eina skeið við dýrari olju í og segði við drongin, at hann ikki mátt missa oljuna úr skeiðini.

Drongurin fór avstað við skeiðini í hondini. Hann fór inn í stóru hølini á slottinum, í stóra, grøna garðin og gjøgnum tey gyltu portrini.

Men tá ið drongurin kom aftur, og vísmaðurin spurdi, hvat honum dámdi slottið, var svarið, at hann einki hevði sæð. Hann hevði bara hugt niður í skeiðina. Hann hevði ansað so væl eftir ikki at missa oljudroparnar.

Tá bað vísmaðurin drongin fara avstað aftur, og hesa ferð skuldi hann njóta vakra slottið.

Drongurin so gjørdi. Og nú sá drongurin øll tey fínu hølini á slottinum. Hann sá grøna garðin við teimum mongu blómunum og summarfuglunum. Hann gekk á blonku gólvunum og sá allar teir gyltu dýrgripirnar. Og hann var púra ovfarin av vækurleikanum.

Drongurin kom aftur við einum stórum smíli. Men tá vísmaðurin spurdi, hvar oljudroparnir vóru, skammaðist drongurin. Hann hevði mist oljuna úr skeiðini.

---

Søgan er úr heimskendu bókini Alkymisturin hjá brasilianska rithøvundanum Paulo Coelho.

Søgan lærir okkum fyrst og fremst um javnvág – um javnvág millum karmar og kreativitet.

Søgan lærir okkum um týdningin av at halda okkum til lógir og leiðbeiningar, at taka ábyrgd, men eisini at mennast, vera skapandi og vera sjálvstøðug.

Vit skulu brúka okkara vit og skil, men eisini lurta eftir okkara kenslum.

Vit skulu fyrihalda okkum til hvør annan, men eisini vísa einstaklinginum ans.

Vit skulu vera partur av tí samfelagnum, vit liva í, men eisini tora at seta okkara egnu fingramerki á.

Um okkara gerandisdagur er fyltur við lógum, reglum og ábyrgd, sum vit ikki megna at bera, so verður trupult at mennast og gleðast.

Um vit harafturímóti sleppa at ganga frítt runt uttan karmar ella ábyrgd at halda okkum til, so verður hinvegin einki skil á nøkrum.

Tí eiga vit at stremba eftir einum samfelag – og eisini einum fólkaskúla, við rættari javnvág.

---

Hetta fær meg at hugsa um lærarinnuna, Hjørdis Nielsen, frá mínum skúladøgum á Tvøroyri.

Áðrenn hon sum nýútbúgvin danskur lærari kom at avloysa í eitt ár - hetta var í triðja real - var lítið og einki tosað, næminganna millum, um framtíðarlesnað.

Men hetta broytti Hjørdis.

Hon var sera dugnalig. Hon lærdi okkum væl. Men hon dugdi eisini so ómetaliga væl at birta áhuga í okkum eftir at vilja læra meira.

Hon dugdi at síggja virði í og gav sær tíð til einstaka næmingin.

Og hetta hevði við sær, at stórur partur av flokkinum fór víðari á miðnámsskúla.

Millum teirra var eg, sum annars hevði tikið avgerð um at fara úr skúlanum skjótast gjørligt.

Og lat meg leggja afturat, hetta var í eini tíð, tá bert fá fóru á miðnám.

---

Góðu lærarar. Gjøgnum eitt arbeiðslív hava tit fleiri 100 – summi fleiri 1.000 - næmingar. Børn og ung, sum øll eru ymisk, hava ymiska bakgrund og læra á ymiskan hátt.

Sum lækni havi eg nógvar og sera ymiskar sjúklingar, men tó bert ein inni í senn - tit hava ofta yvir 20 næmingar í senn.

Eg kann ímynda mær, hvussu krevjandi tað er, og hvussu trupult tað kann vera at hava eyga á tí einstaka. Eg loyvi mær tó, av egnum royndum, og kveiktur av donsku lærarinnuni, at stuðla tykkum í at verða góð við og fokusera á einstaka næmingin.

---

Mín fatan er, at fólkaskúlin í síni heild riggar væl. Tó eru avbjóðingar.

Fyri at tit kunnu gera tykkara arbeiði so gott sum gjørligt – mennast, vera kreativ og skapandi - so er tað umráðandi, at karmarnir eru í lagi. Og tað liggur á mær sum landsstýrismaður at gera okkurt við tær avbjóðingar, sum eru.

Eg kundi til dømis nevnt, at seinastu PISA-úrslitini vísa, at lesiførleikarnir hjá okkara næmingum skulu styrkjast. Eisini manglar ein felags skipan fyri teir næmingar, sum hava føroyskt sum annað mál. Og so skulu lærarar og leiðslur fáa betri møguleikar til at mennast bæði fakliga og námsfrøðiliga.

Hetta eru økir, sum vit eru vitandi um, raðfesta og framhaldandi fara at raðfesta høgt.

So er tað trivnaður og happing. Seinasta trivnaðarkanningin í fólkaskúlanum vísir, at 11% av næmingum kenna seg happaðar.

Í 2007 var talið 15%, og í 2015 var talið 13%. So tað minkar støðugt, og tað eru vit sjálvandi fegin um. Men 11% eru kortini 11% ov nógv.

Tað eru fleiri børn og ung, sum ikki hava tað gott. Og tá tú ikki hevur tað gott, er tað trupult at læra nakað. Tí eiga vit áhaldandi at taka hendan trupulleikan í størsta álvara. Og tí havi eg sett mær fyri at raðfesta hetta vandaøkið sera høgt, soleiðis allir skúlanæmingar, uttan undantak, kunnu uppliva skúlan sum ein griðstað. Eitt stað, har friður er at finna. Eitt stað, har næmingarnir kenna seg tryggar!

---

Tá drongurin stóð á slottinum við tómu skeiðini í hondini, lærdi hann eitt: At hava javnvág. Javnvág millum karmar og kreativitet.

Javnvág millum at geva sær far um síni medmenniskju, men samstundis tora at vera sín egin.

Sum landsstýrismaður ynski eg at geva tykkum lærarum so góðar karmar sum gjørligt, so tit kunnu mennast, vera kreativ og skapandi - og eisini før fyri at geva tykkara næmingum so góðar karmar sum gjørligt, so eisini teir kunnu mennast, vera kreativir og skapandi.

Við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum øllum ein góðan læraradag.

Takk fyri.