Røður 2020 Jenis av Rana


Fráfaringarhald fyri Jákup Andreasen - 22. januar 2020 í Miðnámi í Vestmanna

Poul Geert Hansen, aðalstjóri, vegna Jenis av Rana, landsstýrismann í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. 

 

Góði Jákup.

Í heili 30 ár hevur tú staðið á odda.

Tú hevur verið við frá byrjan, og saman við tínum starvsfólkum hevur tú uppbygt og ment hendan skúlan í Vestmanna, til tann góða miðnámsskúlan vit hava í dag.

Tú ert ímyndin av skúlanum. Hesin skúlin, sum byrjaði sum Fiskivinnuskúli í einum sethúsum her omanfyri vegin fyri 30 árum síðani, og sum í dag er ein miðnámsskúli, sum húsast í hesum stásiliga og framkomna bygninginum.

Tú hevur staðið á odda øll hesi 30 árini.

---

Hetta er ein skúli, sum annars hevur havt nógv odds ímóti sær.

Staðsetingin er eitt, harafturat er skúlin lítil, samfelagið er lítið og eftirspurningurin millum tey ungu og vinnuna hevur verið skiftandi.

Og skúlin var ikki meiri enn byrjaður, tá ið brotasjógvarnir skolaðu inn yvir alt tað føroyska samfelagið fyrst í 90’unum.

Eg minnist tíðina tá. Sjálvur sat eg við fíggjarmálum í Landsskúlafyrisitingini, og tú vart ungur stjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Men tú helt tørn í illveðrinum. Undir tínari leiðslu hóraði skúlin undan. Tú hevur megnað at hildið fokus hóast nógvu avbjóðingarnar.

Og saman við tínum starvsfólkum hevur tú megnað at bjóða ungum í Føroyum eina góða, breiða útbúgving, men eisini eina útbúgving, sum er málrættað og viðkomandi.

---

Útbúgvingin hevur frá byrjan havt ein “náttúruvinkul”. Tað hevur alla tíðina snúð seg um, at arbeiða við føroyska tilfeinginum.

Bæði sum fiskivinnuskúli og í dag við tilfeingisbreytini hava tit tikið støði í føroyska náttúrutilfeinginum, sum vit føroyingar eru so tengdir at.

Á tann hátt hava tit - ikki bara givið ungum eina góða útbúgving - men eisini eina útbúgving, sum passar so væl til føroyska samfelagið.

Og við grøna “fokusinum” er hetta av sonnum eisini ein skúli, sum passar til heimssamfelagið – heimssamfelagið hvørs størstu avbjóðingar eru veðurlagsbroytingar, sum serliga okkara ungu hugsa nógv um.

So sigast má, at Miðnám í Vestmanna er ein framsíggin skúli, sum er sera viðkomandi í nútíðini.

Nýggja avbjóðingin hjá skúlanum at bjóða ferðavinnuni útbúgvingar – kann eisini sigast at verða liður í hesum.

---

Góði Jákup, tað krevur áhaldni og nærlagni at ganga á odda, sum tú hevur gjørt. Og spyrji eg tínar starvsfelagar her, so er tað júst soleiðis tey lýsa teg.

Í 30 ár hevur tú staðið á odda fyri einum skúla, sum er broyttur og mentur nógv. Tú hevur dugað at hildið fast og samstundis gjørt tær neyðugu broytingarnar, soleiðis at Magnus í dag kann taka við einum avbera góðum og fyrimyndarligum skúla.  

Eg fari saman við øllum í Uttanríkis- og mentamálaráðnum at takka tær fyri samstarvið. Eg skal heilsa frá landsstýrismanninum, sum tíverri ikki sjálvur fekk møtt her í dag. Vit vilja takka tær fyri, hvussu væl tú sum stjóri hevur ment hendan skúlan. Vit takka tær fyri alt tað, sum tú hevur givið øllum næmingum, sum hava gingið her.

Eg fari at ynskja tær blíðan byr og alt tað besta – nú tú fert at fáa betri tíð til onnur áhugamál.

Takk fyri.