Røður 2020 Jenis av Rana

  • Úrvalsstuðulin 2020 latin - 3. januar 2020 í ÍSF-húsinum

    Góðu ítróttarfólk, avvarðandi, sersambond og tit í ÍSF.

    Gott nýggjár – og takk fyri at eg eri boðin við til hesa spennandi hátíðarløtuna í dag.

    ---

    Fyri einum mánaði síðani var eg staddur uppi á Hotel Føroyum, í sambandi við at úrslitini av seinastu PISA-kanningini vórðu løgd fram.

    Í stuttum vístu úrslitini, at tað hevur eydnast at lyfta veikastu næmingarnar. Men úrslitini vístu tíverri eisini, at eingin føroyskur næmingur kláraði seg framúr væl. Av teimum 564 næmingunum, sum vóru til PISA-kanningina, vóru eingir føroyskir næmingar í ovastu bólkunum.

    Hetta órógvarði og órógvar meg almikið. Eg fegnist sjálvandi um, at vit hava lyft botnin, og at vit sostatt hava fingið eina breiða miðju av næmingum. Men vit mangla tey ovastu, við mangla toppin.

    Eg ivist onga løtu í, at vit hava næmingar í Føroyum, sum hava eins góðar førleikar sum bestu næmingarnir í øðrum londum. Men vit duga eftir øllum at døma ikki nóg væl at skapa umstøður, soleiðis at hesir næmingarnir mennast og gerast enn betri.

    ---

    Eg hugsi um hesi PISA-úrslitini, nú eg standi her saman við tykkum. Tí í ítróttarhøpi eru tit toppurin. Tit eru best í tykkara ítróttargrein her í Føroyum, og tit klára tykkum eisini ómetaliga væl í altjóða høpi.

    Men tit vita eisini hvat krevst, og hvussu umráðandi tað er at hava góðar umstøður, fyri at klára seg væl.

    Eg fegnist um, at Úrval í ár letur góðar 1,8 milliónir kr. Hetta er hægsta upphæddin nakrantíð. Og sjálvt um upphæddin kundi verið hægri, so haldi eg, at upphæddin vísir okkum, at Føroyar raðfesta ítróttarfólk, sum klára seg væl.

    ---

    Jantelógin sigur okkum annars mangan, at vit ikki eru nakað, og at vit ikki eiga at virðismeta tey, sum klára seg væl - og tí eru vit ofta varðin við at tosa um okkara góðu úrslit.

    Tí er tað lívsjáttandi at vera her saman við tykkum í dag. Tit eru ein fyrimynd – ikki bara fyri onnur ítróttarfólk, men eisini fyri føroyingar sum heild. Tit eru fyrimyndir fyri tey, sum vilja gerast betri á abeiðsplássinum, fyri tey, sum vilja gerast betri í skúlanum og fyri listafólk, vinnulívsfólk og onnur, sum seta sær stór mál.

    Tit eru ímyndin av, at tað er í lagi - at tað er okay - at vilja vera best. At tað er sunt og gott at seta sær nøkur mál og røkka hesum málum. Og stuðulin, sum verður latin í dag, skapir neyðugu karmarnar fyri, at dreymarnir verða veruleiki.

    ---

    Vit eru øll ymisk. Sum lækni havi eg mangan upplivað mammur og pápar, sum siga, at “hetta barnið er tíðuliga øðrvísi enn bróðurin ella systirin”. Heilt frá tí, at børn eru smá, síggja vit stórar munir – summi børn duga væl á ávísum økjum, onnur á øðrum. Vit eru øll ymisk. Og tað er gott. Tað ger samfelagið fjølbroytt og spennandi.

    Men uttan mun til, hvat vit duga væl ella minni væl, er tað umráðandi at vit fáa rós. Tað er umráðandi, at okkara umstøður og umhvørvi eggja okkum til at gera okkara besta. Tað er soleiðis, vit sum samfelag mennast – við at uppbyggja heldur enn at niðurbróta hvønn annan.

    Tað er grundleggjandi skylda okkara at halda fram við at menna veikastu næmingarnar, veikastu íðkararnar ella tey, sum hava avbjóðingar á arbeiðsplássinum. Vit skulu altíð verða har og rætta hondina út til teirra, sum hava tørv á hjálp.

    Men vit mugu eisini vera eitt samfelag fyri tey, sum duga væl og sum vilja gerast enn betri. Vit eiga at vera eitt samfelag, sum setur sær stór mál bæði í ítrótti, í skúla, í vinnulívi og øðrum lívsins økjum- og sum eggjar fólki at røkka hesum málum. Og í staðin fyri bara at hyggja eftir, hvør dugir væl og minni væl, eiga vit at stremba eftir at virðismeta hvør anna, og at uppbyggja tað, sum vit í hvør sínum lagi duga væl.

    Eg fari tí at enda við at takka tykkum íðkarum og Úrvali fyri, at tit gera júst hetta. Tit ganga á odda, tá talan er um at virðismeta góð úrslit og at uppbyggja og virðismeta hvønn annan. Og tað er mín vón, at tit halda á fram við hesum.

    Takk fyri.

  • Mentanarvirðislønir landsins latnar - 15. januar 2020 í Sjónleikahúsinum í Havn

    Góðu gestir!

    Vælkomin til hesa hátíðarløtu í Sjónleikarhúsinum í Havn, nú vit fara at handa mentanarvirðislønirnar fyri 2019. Bæði tit, sum sita her, og tit, sum sita heima og fylgja við.

    Vælkomin øll somul!

    Sum eg um vikuskiftið havið hugsað um hetta at veita úrmælingum heiður, rann fram fyri meg slík hending í Bíbliuni. Talan er um brot úr bók Esters drotnings, har kongurin, sum á tíð hennara kallaðist Ahasverus, eina náttina legðist við andvekri. Hann bað teir tá lesa fyri sær um minniligar hendingar, og tá teir lósu um mann, sum hevði bjargað lívi hansara, spurdi kongurin: “er hann heiðraður og gjørdur stórur fyri hetta”.

    So var ikki. Men skjótur varð kongurin og setti mannin, Mordokei nevndur, í ein av hægstu sessum í ríkinum.

    Í kvøld er tað tó ikki ein, í tíð og stað, fjarur kongur, men politiska vald Føroya, sum við hátíðarløtu í høvuðsstaðnum og kringvarpan um alt landið, veitir heiðursgávur til borgarar, sum sum á serligan hátt skapa og halda lív í føroyskari mentan.

    ---

    Seinastu vikurnar havi eg havt tann forrættin at heiðra aðrar føroyingar. Millum hesar ein av heimsins fremstu rógvarum. Ein unglinga, sum 10 ára gamal, var drívmegin í at stovna fyrsta taekwondo felag í Føroyum. Og fyri knapt tveimum vikum síðani veitti felagsskapurin Úrval heiður til okkara fremstu ítróttarfólk.

    Føroyar eru á tremur við fólki, sum seta eitt serligt fingramerki á okkara land: Vit heiðra ársins fyrsta hjálpara, ársins virki, ársins leikara, ársins átak fyri at nevna nøkur fá – og so ársins føroying – eldsálin Martin Kúrberg, hevur júst fingið hendan uppiborna heiður.

    Og í kvøld fara vit so at heiðra mentan og list Føroya.

    ---

    Tá eg siti og hyggi eftir einum heimskorti og síggi ein lítlan prikk, sum eitur Føroyar, haldi eg, at tað er ótrúligt, hvussu nógv føroyingar gjøgnum tíðina hava avrikað.

    Við fáum midlum – og í vindi, regni og stormi sum nú - hava listafólk mangan givið okkara kalda gerandisdegi litir og hita.

    Við penni, penslastrokum, leiki og tónum hava hesi fólk ríkað okkara mentan.

    Og eg spyrji meg sjálvan: Hvussu ber hetta til? Hvussu ber tað til, at hetta lítla landið er so ríkt?

    Í mínum huga tí so nógv okkara hava eitt ótroyttiligt skapandi lyndi. Og ikki minst er føroyska mentanin livandi, tí vit her í Føroyum koma hvørjum øðrum við: Í ítróttarfeløgum, í kirkjum og samkomum, í skúlum, til sang, leik og listaframsýningar. Í stormi og sól, í myrkri og ljósi standa vit tætt saman – mitt úti í norðuratlantshavinum - og geva hvørjum øðrum íblástur. Og úrslitið er ein blómandi mentan.

    Kvøldið í kvøld er einki undantak.

    Eg eri fegin um at vera her saman við tykkum í kvøld – í hesum heimliga og hátíðarliga sjónleikarhúsinum í Havn. Og eg gleði meg til at síggja, hoyra og heiðra nøkur av teimum mongu, sum eiga sín lut í okkara livandi mentan.

    Enn einaferð hjartaliga vælkomin, øll somul. Nú fari eg at lata Páll orðið aftur.

    Takk fyri.

  • Mentanarvirðislønir landsins latnar (endarøða) - 15. januar 2020 í Sjónleikahúsinum í Havn

    Nú hava vit handað allar tríggjar mentanarvirðislønirnar fyri 2019, og áðrenn dupultkvartettin í Ebenezer fer at syngja tann síðsta sangin, fari eg at takka tykkum øllum fyri tykkara leiklut.

    Øllum tykkum, sum hava verið við at fyrireika kvøldið.

    Hjartaliga takk øll somul, sum tóku lut og gjørdu kvøldið so gott og serstakt, sjónleikarhúsinum fyri at vit sluppu at vera her – og Kringvarpinum fyri at senda beinleiðis í kvøld.

    Eg fari eisini at takka tykkum trimum Hanusi, Simma og Flóvini- og var Zakaris millum okkum í kvøld, hevði eisini hann fingið ta stóru tøkk, honum tilkemur.
    Takk fyri alt tað, tit hava givið okkum, eg ynski tykkum blíðan byr framyvir.

    Og hjartaliga til lukku við virðislønunum! Tit eru eitt klárt dømi um, hvussu ríkt, livandi og breitt lista- og mentanarlívið í Føroyum er.

    ---

    Hetta hevur verið ein frálík løta. Og sjónleikarhúsið í Havn hevur verið ein fjálgur og livandi karmur um tiltakið.

    Eg vóni tó, at næstu ferð hetta tiltakið verður aftur í Havn, verður tað í einum spildurnýggjum Tjóðleikahúsi. Nýggja Tjóðleikahúsið fer at geva okkum øllum, føroyskum listafólki og føroyskari mentan bestu karmar til trivna og menning. Og eg fari í øllum førum at gera mítt til, at hetta skjótt verður veruleiki.

    Takk fyri, øll somul.

  • Fráfaringarhald fyri Jákup Andreasen - 22. januar 2020 í Miðnámi í Vestmanna

    Poul Geert Hansen, aðalstjóri, vegna Jenis av Rana, landsstýrismann í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. 

     

    Góði Jákup.

    Í heili 30 ár hevur tú staðið á odda.

    Tú hevur verið við frá byrjan, og saman við tínum starvsfólkum hevur tú uppbygt og ment hendan skúlan í Vestmanna, til tann góða miðnámsskúlan vit hava í dag.

    Tú ert ímyndin av skúlanum. Hesin skúlin, sum byrjaði sum Fiskivinnuskúli í einum sethúsum her omanfyri vegin fyri 30 árum síðani, og sum í dag er ein miðnámsskúli, sum húsast í hesum stásiliga og framkomna bygninginum.

    Tú hevur staðið á odda øll hesi 30 árini.

    ---

    Hetta er ein skúli, sum annars hevur havt nógv odds ímóti sær.

    Staðsetingin er eitt, harafturat er skúlin lítil, samfelagið er lítið og eftirspurningurin millum tey ungu og vinnuna hevur verið skiftandi.

    Og skúlin var ikki meiri enn byrjaður, tá ið brotasjógvarnir skolaðu inn yvir alt tað føroyska samfelagið fyrst í 90’unum.

    Eg minnist tíðina tá. Sjálvur sat eg við fíggjarmálum í Landsskúlafyrisitingini, og tú vart ungur stjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

    Men tú helt tørn í illveðrinum. Undir tínari leiðslu hóraði skúlin undan. Tú hevur megnað at hildið fokus hóast nógvu avbjóðingarnar.

    Og saman við tínum starvsfólkum hevur tú megnað at bjóða ungum í Føroyum eina góða, breiða útbúgving, men eisini eina útbúgving, sum er málrættað og viðkomandi.

    ---

    Útbúgvingin hevur frá byrjan havt ein “náttúruvinkul”. Tað hevur alla tíðina snúð seg um, at arbeiða við føroyska tilfeinginum.

    Bæði sum fiskivinnuskúli og í dag við tilfeingisbreytini hava tit tikið støði í føroyska náttúrutilfeinginum, sum vit føroyingar eru so tengdir at.

    Á tann hátt hava tit - ikki bara givið ungum eina góða útbúgving - men eisini eina útbúgving, sum passar so væl til føroyska samfelagið.

    Og við grøna “fokusinum” er hetta av sonnum eisini ein skúli, sum passar til heimssamfelagið – heimssamfelagið hvørs størstu avbjóðingar eru veðurlagsbroytingar, sum serliga okkara ungu hugsa nógv um.

    So sigast má, at Miðnám í Vestmanna er ein framsíggin skúli, sum er sera viðkomandi í nútíðini.

    Nýggja avbjóðingin hjá skúlanum at bjóða ferðavinnuni útbúgvingar – kann eisini sigast at verða liður í hesum.

    ---

    Góði Jákup, tað krevur áhaldni og nærlagni at ganga á odda, sum tú hevur gjørt. Og spyrji eg tínar starvsfelagar her, so er tað júst soleiðis tey lýsa teg.

    Í 30 ár hevur tú staðið á odda fyri einum skúla, sum er broyttur og mentur nógv. Tú hevur dugað at hildið fast og samstundis gjørt tær neyðugu broytingarnar, soleiðis at Magnus í dag kann taka við einum avbera góðum og fyrimyndarligum skúla.  

    Eg fari saman við øllum í Uttanríkis- og mentamálaráðnum at takka tær fyri samstarvið. Eg skal heilsa frá landsstýrismanninum, sum tíverri ikki sjálvur fekk møtt her í dag. Vit vilja takka tær fyri, hvussu væl tú sum stjóri hevur ment hendan skúlan. Vit takka tær fyri alt tað, sum tú hevur givið øllum næmingum, sum hava gingið her.

    Eg fari at ynskja tær blíðan byr og alt tað besta – nú tú fert at fáa betri tíð til onnur áhugamál.

    Takk fyri.

  • Sprog i Vestnorden: Vestnordisk Råds temakonference 2020 - 29. januar í Norðurlandahúsinum

    Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, vegna Jenis av Rana, landsstýrismann í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. 

     

    Kære nordiske venner.

    Først og fremmest vil jeg på vegne af kulturministeren på Færøerne, Jenis av Rana, som desværre ikke kunne være til stede, takke alle jer, der har været med til at arrangere denne vellykkede konference og også jer, der har bidraget med spændende oplæg og paneldebatter – hvor har det været givende at være her i dag.

     ---

    Vil de vestnordiske sprog overleve digitaliseringen?

    Det spørgsmål ramte mig. Og som vi har hørt i dag - og som alverdens eksperter gentagende gange har ytret - så står vi overfor nogle udfordringer i dag.

    I den digitale verden foregår kommunikationen tit på engelsk, og med tegn såsom smilies og hjerter, med GIFs, billeder og korte videoer. I vores ageren i og med omverdenen bliver vores sprog ofte sat ud på sidelinjen. Sproget – i vores tilfælde et meget lille sprog – drukner ofte i det store hav af andre kommunikative muligheder.

    Og det skal vi være forsigtige med.

    Men som det også er kommet frem i dag, så skal vi måske hellere se mulighederne fremfor udfordringerne. I stedet for at spørge, hvorvidt de vestnordiske sprog vil overleve digitaliseringen, skal vi måske hellere spørge: Hvordan kan digitaliseringen redde sproget?

     ---

    På den færøske hjemmeside sprotin.fo findes 15 digitale ordbøger til og fra færøsk.

    Vi har Faroe Islands Translate, som er en visuel og auditiv hjælp til de mange turister, der gerne vil lære færøsk.

    På de sociale medier findes et hav af forskellige debatsider, hvor sproget er i centrum.

    Og ikke mindst har digitaliseringen været med til at give alle borgere en stemme. I dag kan alle komme til orde. Selv om tonen på de sociale medier måske ikke altid er så sober, så kommer vi ikke udenom, at sociale medier har skabt et rum for alle - og ikke kun for nogle få udvalgte. Og på baggrund af det, kan man sige, at digitaliseringen på mange måder er med til at gøre vores demokratiske samfund endnu mere demokratisk.

    Vi skal dog lære at finde balancen. Digitaliseringen og globaliseringen er kommet for at blive. Og med de åbne porte ind til omverdenen – til andre lande, kulturer og andre sprog – er det blevet sværere at holde fast i sit eget sprog. Men for at bevare hver vores identitet og selvforståelse, må vi tænke over og gøre noget ved disse opståede udfordringer.

    Derfor er det givende at være her i dag, hvor sproget – de vestnordiske sprog – er i centrum.

    Og må den begejstring og entusiasme for sproget, som har floreret her i dag, smitte af på andre, så vi hver især og sammen bruger de muligheder, vi har, til at bevare sproget, udvikle sproget og ikke mindst fortsætte med at gøre sproget tilgængeligt for alle borgere.

    Mange tak.

  • Móttøka fyri Steinbjørn Hardlei - 6. februar 2020 á Glasi

    Góði Steinbjørn

    Fyrst av øllum fari eg at bjóða tær hjartaliga vælkomnum í starvið sum rektari á Glasi - vælkomnum til eitt bæði spennandi og eisini avbjóðandi starv.

    Steinbjørn kendi eg ikki, fyrr enn eg kom á vitjan her á Glasi fyri nøkrum mánaðum síðani, bæði á politiskar fundir, men eisini saman við donskum politikarum, sum eg fegnaðist um at kunna vísa glæsiliga Glasir. Síðani tá hava vit hitst fleiri ferðir.

    Tað fyrsta eg beit merki í, var blídnið og vinaliga smílið. Mær tykir, at tú dugir væl at fáa fólk at føla seg væl.

    Tað eru góðir eginleikar í einum starvi sum rektari á Glasi – Glasir, sum er ein samanrenning av tekniska skúla, handilsskúlanum og studentaskúlanum. Ein samanrenning av sera ymiskum lærarum við ymiskum fakøki. Og ikki minst ein samanrenning av sera ymiskum næmingum, sum allir hava hvør sína bakgrund.

    Tað finst neyvan eitt arbeiðspláss í Føroyum, sum er so stórt og fjøltáttað sum Glasir.

    Og tá er gott at hava ein rektara, sum hevur bæði beinini niðri á jørðini - ein rektara sum lurtar eftir og sær síni starvsfólk. Og teir eginleikarnir tykir mær, at tú hevur.

     --- 

    Ein Urias-postur. Soleiðis kann man kanska lýsa starvið sum rektari á Glasi.

    At savna tríggjar so ymiskar skúlar í ein, er ikki bara sum at siga tað. Og so ikki minst alt rokið, sum hevur verið um hendan bygningin...

    Ja, rektarasessurin her er ikki júst ein sessur, sum man kann krógva seg í. Tað krevur bæði dirvi, eyðmjúkleika og góð samstarvsevnir at vera rektari her.

    ---

    Tú hevur verið við frá byrjan, tá skúlarnir vórðu samanlagdir. Fyrst sum stjóri á Føroya Handilsskúla. Síðani sum umsitingarstjóri og seinastu mánaðirnar sum rektari. Tú hevur undirvíst á miðnámi, á yrkisnámi og eisini á hægri námi, so tú kennir hvønn krók.

    Tú kennir leiðsluna, lærararnar og ikki minst næmingarnar her á skúlanum. Og tað eru góðar og neyðugar fortreytir í starvinum.

    ---

    Eg trúgvi, at navnið “Glasir” helst er tað navnið í Føroyum, sum seinastu árini er sagt oftast – í fjølmiðlunum, millum okkum politikarar og eisini millum Føroya fólk. Men tíverri ikki altíð í einum positivum samanhangi.

    Men hetta, tykir mær, er við at venda. Og teir snøklar, ið eftir eru, eiga at kunna loysast - ikki minst við tær við róðrið.

    Tí sannleikin er tann, at hetta er ein fantastiskur bygningur og ein fantastiskur skúli. Her arbeiða sera dugnalig starvsfólk, sum brenna fyri at læra okkara ungu. Og her ganga bæði evnaríkir, eldhugaðir og ymiskir næmingar.

    Og eg ivist onga løtu í, at tú sum rektari fer at menna hendan skúlan, soleiðis at hann fer at gerast enn betri fyri bæði lærarar og næmingar.

    ---

    Góði Steinbjørn, hjartaliga til lukku við starvinum. Eg fari at ynskja tær góðan arbeiðshug, Harrans signing í starvinum, og eg síggi fram til gott samstarv.

    Takk fyri.

     

  • Læraradagar - 18. og 19. februar 2020 í Norðurlandahúsinum

    Góðu lærarar og skúlaleiðarar. Góðu luttakarar.

    Fyrst av øllum fari eg at takka fyri, at eg eri boðin við til læraradagarnar.

    Tað er stuttligt at síggja, at tit eru so fjølment. Og skráin sær sera spennandi út, so hetta kann ikki blíva annað enn ein áhugaverdur og gevandi dagur.

    ---

    Lat meg byrja dagin við eini lítlari søgu.

    Hon er um ein ungan drong, sum kom gangandi framvið einum stórum slotti.

    Á slottinum búði ein vísmaður.

    Tá vísmaðurin sá drongin koma gangandi, bjóðaði hann honum inn. Og tá hann sá, hvussu bergtikin drongurin var av slottinum, bjóðaði hann honum at fara eina rundferð á vakra slottinum.

    Men áðrenn drongurin fór, gav vísmaðurin honum eina skeið við dýrari olju í og segði við drongin, at hann ikki mátt missa oljuna úr skeiðini.

    Drongurin fór avstað við skeiðini í hondini. Hann fór inn í stóru hølini á slottinum, í stóra, grøna garðin og gjøgnum tey gyltu portrini.

    Men tá ið drongurin kom aftur, og vísmaðurin spurdi, hvat honum dámdi slottið, var svarið, at hann einki hevði sæð. Hann hevði bara hugt niður í skeiðina. Hann hevði ansað so væl eftir ikki at missa oljudroparnar.

    Tá bað vísmaðurin drongin fara avstað aftur, og hesa ferð skuldi hann njóta vakra slottið.

    Drongurin so gjørdi. Og nú sá drongurin øll tey fínu hølini á slottinum. Hann sá grøna garðin við teimum mongu blómunum og summarfuglunum. Hann gekk á blonku gólvunum og sá allar teir gyltu dýrgripirnar. Og hann var púra ovfarin av vækurleikanum.

    Drongurin kom aftur við einum stórum smíli. Men tá vísmaðurin spurdi, hvar oljudroparnir vóru, skammaðist drongurin. Hann hevði mist oljuna úr skeiðini.

    ---

    Søgan er úr heimskendu bókini Alkymisturin hjá brasilianska rithøvundanum Paulo Coelho.

    Søgan lærir okkum fyrst og fremst um javnvág – um javnvág millum karmar og kreativitet.

    Søgan lærir okkum um týdningin av at halda okkum til lógir og leiðbeiningar, at taka ábyrgd, men eisini at mennast, vera skapandi og vera sjálvstøðug.

    Vit skulu brúka okkara vit og skil, men eisini lurta eftir okkara kenslum.

    Vit skulu fyrihalda okkum til hvør annan, men eisini vísa einstaklinginum ans.

    Vit skulu vera partur av tí samfelagnum, vit liva í, men eisini tora at seta okkara egnu fingramerki á.

    Um okkara gerandisdagur er fyltur við lógum, reglum og ábyrgd, sum vit ikki megna at bera, so verður trupult at mennast og gleðast.

    Um vit harafturímóti sleppa at ganga frítt runt uttan karmar ella ábyrgd at halda okkum til, so verður hinvegin einki skil á nøkrum.

    Tí eiga vit at stremba eftir einum samfelag – og eisini einum fólkaskúla, við rættari javnvág.

    ---

    Hetta fær meg at hugsa um lærarinnuna, Hjørdis Nielsen, frá mínum skúladøgum á Tvøroyri.

    Áðrenn hon sum nýútbúgvin danskur lærari kom at avloysa í eitt ár - hetta var í triðja real - var lítið og einki tosað, næminganna millum, um framtíðarlesnað.

    Men hetta broytti Hjørdis.

    Hon var sera dugnalig. Hon lærdi okkum væl. Men hon dugdi eisini so ómetaliga væl at birta áhuga í okkum eftir at vilja læra meira.

    Hon dugdi at síggja virði í og gav sær tíð til einstaka næmingin.

    Og hetta hevði við sær, at stórur partur av flokkinum fór víðari á miðnámsskúla.

    Millum teirra var eg, sum annars hevði tikið avgerð um at fara úr skúlanum skjótast gjørligt.

    Og lat meg leggja afturat, hetta var í eini tíð, tá bert fá fóru á miðnám.

    ---

    Góðu lærarar. Gjøgnum eitt arbeiðslív hava tit fleiri 100 – summi fleiri 1.000 - næmingar. Børn og ung, sum øll eru ymisk, hava ymiska bakgrund og læra á ymiskan hátt.

    Sum lækni havi eg nógvar og sera ymiskar sjúklingar, men tó bert ein inni í senn - tit hava ofta yvir 20 næmingar í senn.

    Eg kann ímynda mær, hvussu krevjandi tað er, og hvussu trupult tað kann vera at hava eyga á tí einstaka. Eg loyvi mær tó, av egnum royndum, og kveiktur av donsku lærarinnuni, at stuðla tykkum í at verða góð við og fokusera á einstaka næmingin.

    ---

    Mín fatan er, at fólkaskúlin í síni heild riggar væl. Tó eru avbjóðingar.

    Fyri at tit kunnu gera tykkara arbeiði so gott sum gjørligt – mennast, vera kreativ og skapandi - so er tað umráðandi, at karmarnir eru í lagi. Og tað liggur á mær sum landsstýrismaður at gera okkurt við tær avbjóðingar, sum eru.

    Eg kundi til dømis nevnt, at seinastu PISA-úrslitini vísa, at lesiførleikarnir hjá okkara næmingum skulu styrkjast. Eisini manglar ein felags skipan fyri teir næmingar, sum hava føroyskt sum annað mál. Og so skulu lærarar og leiðslur fáa betri møguleikar til at mennast bæði fakliga og námsfrøðiliga.

    Hetta eru økir, sum vit eru vitandi um, raðfesta og framhaldandi fara at raðfesta høgt.

    So er tað trivnaður og happing. Seinasta trivnaðarkanningin í fólkaskúlanum vísir, at 11% av næmingum kenna seg happaðar.

    Í 2007 var talið 15%, og í 2015 var talið 13%. So tað minkar støðugt, og tað eru vit sjálvandi fegin um. Men 11% eru kortini 11% ov nógv.

    Tað eru fleiri børn og ung, sum ikki hava tað gott. Og tá tú ikki hevur tað gott, er tað trupult at læra nakað. Tí eiga vit áhaldandi at taka hendan trupulleikan í størsta álvara. Og tí havi eg sett mær fyri at raðfesta hetta vandaøkið sera høgt, soleiðis allir skúlanæmingar, uttan undantak, kunnu uppliva skúlan sum ein griðstað. Eitt stað, har friður er at finna. Eitt stað, har næmingarnir kenna seg tryggar!

    ---

    Tá drongurin stóð á slottinum við tómu skeiðini í hondini, lærdi hann eitt: At hava javnvág. Javnvág millum karmar og kreativitet.

    Javnvág millum at geva sær far um síni medmenniskju, men samstundis tora at vera sín egin.

    Sum landsstýrismaður ynski eg at geva tykkum lærarum so góðar karmar sum gjørligt, so tit kunnu mennast, vera kreativ og skapandi - og eisini før fyri at geva tykkara næmingum so góðar karmar sum gjørligt, so eisini teir kunnu mennast, vera kreativir og skapandi.

    Við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum øllum ein góðan læraradag.

    Takk fyri.

  • Skúla FM í íverksetan 2020 - 28. februar 2020 í Spinnarínum

    Finalan í Skúla FM í íverksetan 2020

    Góðu næmingar, lærarar, Íverksetarahúsið, tit, sum hava stuðlað átakinum og øll onnur, sum annars eru her í dag.

    Hetta er ein spennandi dagur.

    Seinastu vikurnar hava tit næmingar arbeitt við einum hugskoti, sum tit í dag sleppa at leggja fram. Eisini verður finalan, har tit skulu kappast. So tað verður spennandi at fylgja við í dag.

    ---

    Søgurnar eru fleiri.

    Søgurnar um fólk, sum hava fingið eitt hugskot. Søgurnar um fólk, sum hava fylgt sínum dreymi og har dreymurin er vorðin veruleiki.

    Eg kundi til dømis nevnt Guðruna Ludvig og Guðruna Rógvadóttir. Kvinnurnar handan heimskenda merkinum Guðrun og Guðrun.

    Pól Sundskarð, sum hevur ment síðuna hiking.fo (heiking.fo) – eitt pelttskot, tá hugsað verður um vaksandi ferðafólkatalið seinastu árini.

    Kirstin Hammer, sum byrjaði at gera einstakar køkur fyri fólk, men sum í dag hevur vælumtóktu fyritøkuna og kafeina Gómagott – sum selur í túsundatali av køkum og sjokulátu hvørt ár.

    Og so fyritøkur sum Bakkafrost, Articon, PM, Gist og Vist, Havsbrún og fleiri aftrat.

    Stórar fyritøkur, sum allar byrjaðu sum ein lítil tanki.

    ---

    Hetta eru fólk, sum fyrst og fremst eru djørv.

    Tey tordu at hugsa øðrvísi. Tey tordu at taka nakrar kjansir. Og tey tordu at leggja lív og sál í eina verkætlan, sum kanska fór at verða til nakað - kanska ikki.

    Hetta eru fólk, sum hava ómetaliga stóran týdning fyri, hvussu okkara samfelag mennist.

    Tað sama kann eg siga um tykkum her í dag. Bæði næmingar og lærarar.

    Um eina løtu fara vit at síggja tykkara hugskot. Vit fara at síggja tykkara kreativa avrik, sum tit hava lagt nógva tíð og orku í.

    Og gjøgnum tykkara avrik fara vit eisini at hóma, hvar vit sum samfelag eru, og hvar vit kanska fara.

    Tí tað er júst hetta, sum er natúran hjá einum íverksetara: Tað er at duga at síggja møguleikar í nútíðini, fyri síðani at broyta og menna framtíðina.

    ---

    Men íverksetan er ikki bara sum at siga tað. Tað er ikki altíð, at umstøðurnar loyva tí.

    Vit hava ein skúla, sum skal passast. Arbeiði, ein maka, børn, ommu- og abbabørn. Døgurðar, sum skulu gerast. Og vinir, sum vit eisini skulu vera saman við.

    Tað er óivað fleiri okkara millum, sum hava eitt framúr hugskot, men sum hvørki hava tíð, orku ella møguleikar at menna hetta hugskotið.

    Tí eri eg fegin um, at fólkaskúlarnir kring landið saman við Íverksetarahúsinum geva næmingunum hendan gylta møguleikan. Tað hevur so ómetaliga stóran týdning, at okkara næmingar fáa hendan kreativa, nýskapandi og øðrvísi møguleikan. Ein møguleiki, sum lærir okkara næmingar at hugsa kreativt og sjálvstøðugt og eisini at samstarva.

    Og júst tað er við til at menna okkara samfelag á øllum mótum! So takk fyri tað!

    Við hesum seti eg ársins finalu í Skúla FM 2020, og eg fari at ynskja tykkum øllum góða eydnu!

    Takk fyri.

  • Aðalfundur fyri kirkjuráðslimir - 29. februar á Eiði

    Røða til aðalfund fyri kirkjuráðslimir tann 29. februar á Eiði

    Fyrst av øllum fari eg at takka fyri, at eg eri boðin við her í dag.
    Hetta er ein av fyrimununum við at vera landsstýrismaður. At sleppi kring landið at vitja áhugaverd støð og práta við spennandi fólk.
    Í farnu viku var eg í tveir dagar á vitjan í Suðri og allan dagin í gjár í Klaksvík - ómetaliga góðar upplivingar. Tað er gott at fáa luft ímillum allar fundirnar.
    ---
    “Tú noyðist at krúpa til Krossin og siga teimum, at kirkjugáttina hevur tú lítið og einki slitið gjøgnum títt skjótt langa lív”- soleiðis svaraði ein mær, tá eg segði hvagar leið mín bar leygardagin 29. Februar – t.v.s. í dag.
    “Nei” svaraði eg avgjørdur, “je var bara fáar dagar gamal, tá foreldrini fyrstu ferð bóru meg í hús Guds, og har havi eg notið at verið síðani”.
    Ongan dag í lívi mínum havi eg kent iva um, hvar eg hoyri heima - í húsi Guds, samkomuni, kirkjuni - kalla tað hvat vit vilja, tað er ikki navnið, heitið, útsjóndin, men innihaldið, sum er avgerandi.
    Og innihaldið, tryggleikin, friðurin, gleðin, hvíldin, samfelag teirra Heilagu, samfelagið við Frelsaran, Faðirin, Heilaga Andan - tað ber av øllum og heldur í øllum lívsins skiftandi umstøðum.
    ---
    Albert Schweitzer endurgevur eina frásøgn frá barnaárum um júst hetta samfelagið - samfelag teirra Heilagu - hann sigur soleiðis frá:
    “Tá eg siti í kirkjuni og blundi, tá síggi eg nøkur teirra fyri mær, sum einaferð vóru har, men sum nú eru farin. Ein teirra, Mitchi, var so deyvur, at hann ikki hoyrdi tað minsta, ið sagt varð. Men hóast tað sat hann hvønn sunnudag á sessi sínum í kirkjuni. Tá pápi mín einaferð harmaðist, at hann gekk í kirkju uttan at hoyra eitt orð av prædikuni, risti Mitchi smílandi sítt gamla høvur og segði: “samfelag teirra Heilagu, prestur, samfelag teirra Heilagu!”
    ---
    Fólkakirkjan er fyri øll. Uttan mun til hvør tú ert, hvat tú gert ella hvar tú kemur frá, so ert tú vælkomin.
    Uttan mun til um tú ert ríkur ella fátækur, maður ella kvinna, lítil ella høgur, barn ungur ella gamal – so standa dyrnar opnar.
    Og uttan mun til um alt gongur tær væl, ella um tú ert brotin og hevur mist alt, so standa dyrnar eisini opnar. Júst tí hevur kirkjan so stóran týdning – tú kanst koma, sum tú ert.
    Í skúlanum fáa vit karakterir. Á arbeiðsplássinum verða vit mett út frá royndum og fakligum førleikum. Á fótbóltsliðnum verða vit sett á bonkin, um vit ikki duga nóg væl. Og á sosialu miðlunum verða vit alla tíðina dømd út frá leiks, fylgjarum, Facebookvinum og viðmerkingum.
    Vit verða mett, máld og vigað alt lívið. Kanska meira nú enn nakrantíð. Tí er tað einki undir í, at fleiri í dag eru bæði strongd og tunglynt. Og heldur einki at undrast á, at happing trívist so væl á arbeiðsplássum og í skúlum.
    Men í kirkjuni fáa vit frið.
    Kirkjan hyggur ikki eftir tí ytra, men tí innara. Og tað er har, vit kunnu viðgera teir stóru spurningarnar - teir, sum veruliga hava týdning. Og akkurát hesum hevur nútíðarmenniskjað tørv á – kanska meira nú enn nakrantíð.
    ---
    Uppvaksin í Trongisvági gekk eg við foreldrunum á møti, í sunnudagsskúla, á legur, samfelagsstevnur and whatever you name it av andaligum. Miðdepilin var Frelsarin og verk Hansara fyri meg og okkum. Og so hevur verið, óbrotið síðani fyrsta dagin í húsi Harrans.
    Í dag eru vit partur av samkomuni Lívdin, har vit elska at vera - og tæna, mest í bønartænastuni, men eisini av og á við orðinum. Komandi sunnudag havi eg tann forrætt at bera fram orðið. Eg farið at siga frá um hetjuna Gideon, sum staddur í svárastu neyð longdist eftir farnum tíðum, tá Harrin var eitt og alt hjá Ísrael. Men nú vóru tey farin aðrar/egnar leiðir og vórðu endað sum trælir. Men longsil hansara gjørdi, at Hann, mitt í neyð og armóð, fekk vitjan av eingli Harrans. Hendan vitjan endaði við, at Andi Harrans læt seg í Gideon. Eg endurgevi orðarætt úr dómarabókini: “Tá læt Andi HARRANS Seg í Gideon”.
    Úrslitið av djúpa longsli Gideons eftir Gudi gjørdist hetta - og eg endurgevi aftur úr Dómarabókini: “landið hevði tá frið í 40 ár, so leingi sum Gideon livdi”. Er tað ikki eitt fantastiskt lívsverk, úrslitið av at ein maður, Gideon, longdist eftir meira frá Gudi.
    Úrslitið av Heilaga Andans vitjan á fyrstu hvítusunnu nýtst mær ikki at siga tykkum - tað kenna tit øll. Sum fólk Ísraels í døgum Gideons, sótu tey óttafull og krógvaðu seg fyri jødunum. Tá kom sami Andin, sum lat seg í Gideon og fylti tey óttafullu. Fylling, ílating Andans, hendan dagin broytti, og broytir enn í dag, menniskju- eisini her heima hjá okkum.
    Hevur tú eina løtu, í dag, morgin ella seinni, so viðmæli eg tær einaferð enn at seta teg við orðinum og lesa teir tríggjar kapitlarnar í Dómarabókini 6, 7 og 8. Teir siga søguna um Gideon- nakað meira styrkjandi og eggjandi finna vit ikki!
    ---
    Sum landsstýrismaður havi eg í dag hug at taka fram, nevna, og takka fyri, verkstovurnar, sum eru byrjaðar hendan mánaðin, har endamálið er at styrkja kristni í fólkaskúlanum.
    Tað kemur neyvan óvart á nakran, at eg haldi, at hetta er eitt frálíkt hugskot og eg gleði meg til úrslitið!
    Sannleikin er tann, at tað eru fleiri børn og ung, sum ikki hava tað gott, hetta prógva kanningar av trivnaði og happing, sum eru gjørdar seinastu árini. Seinasta trivnaðarkanningin í fólkaskúlanum vísir, at 11% av næmingum kenna seg happaðar. Í 2007 var talið 15%, og í 2015 var talið 13%. So tað minkar støðugt, og tað eru vit sjálvandi fegin um. Men 11% eru kortini 11% ov nógv.
    Hevur tú tað ikki tað gott í sál og sinn, er tað trupult at læra nakað. Tí eiga vit áhaldandi at taka hendan trupulleikan í stórsta álvara. Tí havi eg sett mær fyri at raðfesta hetta vandaøkið sera høgt, soleiðis allir skúlanæmingar, uttan undantak, kunnu uppliva skúlan sum ein griðstað, eitt stað har friður er at finna, eitt stað, har tey kenna seg trygg!
    Happingin kennir ongi mørk, hon steðgar hvørki áðrenn ella aftaná skúlatíð. Hon fylgir tíverri mongum í lummanum allan dagin.
    Dreymur mín er, at skúlin gerst friðstaðið fyri børn og ung - nøkur teirra hava kanska heldur ikki eitt friðskjól heima
    Umframt beinleiðis at seta fleiri tímar av til júst hetta vandamálið, eri eg sannførdur um, at um kristni í fólkaskúlanum verður styrkt, kann tað vera við til at basa trupulleikanum og øðrum trupulleikum við.
    Tí við kristni læra vit, hvussu vit skulu vera móti øðrum. Vit læra at hugsa um lívsins stóru spurningar. Vit læra at síggja virði í einstaka menniskjanum og ikki hefta okkum við alt tað ytra og tað rundanum. Vit læra um etikk og moral, vit læra at vera nærverandi, at fokusera upp á tað, sum veruliga hevur týdning. Vit læra týdningin at elska hvønn annan sum seg sjálvan.
    Júst tí eiga vit at styrkja kristni í fólkaskúlanum, soleiðis at vit - frá tí vit eru heilt ung - fáa bestu ávirkanina og góða lærdómin.
    ---
    Eitt annað, sum í kirkjuhøpi hevur verið tosað um leingi, er dagføringin av lógum um bygningarnar kirkjunnar.
    Tá endamálið við kirkjuni er at vera fyri øll, eiga sjálvir bygningarnir eisini at vera fyri øll.
    Jú, vit skulu varðveita siðir, søgu og mentan. Sjálvandi skulu vit tað. Men vit mugu finna eina skynsama javnvág millum at varðveita og at kunna brúka kirkjubygningarnar.
    Akkurát hvussu hetta skal gerast, og hvør javnvágin verður, fara vit at finna eina ítøkiliga loysn á. Tað hava vit longu fundast um, og eg lovi at finna loysn á hesum, um mær unnist at sita í sessinum tey ár, sum ætlan og hugur mín er.
    ---
    Eg hugsi mangan um, hvussu heimurin kundi sæð út í dag, um heitu hendur Frelsarans vórðu bjóðaðar frælsi at virka. Hvønn tíma doyggja í hópatali runt heimin av sjúkum - ikki tí heilivágur ikki finst - og av svongd - ikki tí matur ikki er. Kirkjur, samkomur og tey, sum í teimum eru, verða náðileyst oydd, forfylgd og fyribeind - ikki tí møguleikar ikki er at forða hesum - men vegna skeivar raðfestingar og ófatuliga sjálvsøkni menniskjans. Vit hava heilivág, men til prísir, ið ikki kunnu gjaldast av fátækum londum, men sum saktans kundu verið givnir av okkum ríku. Og vit hava sokallað matfjøll í EU og mongum øðrum ríkum londum, sum verða vard, meðan doyggjandi armar verða rættir móti okkum.
    Bara í tíðini, tað hevur tikið mær at tosa her í dag, eru fríu, kirkjuligu felagsskapirnar í miðal 10 guðshús oyðiløgd og tíggutals børn Guðs brutalt dripin, bert tí tey møttu Frelsaranum. Og heimurin, eisini sokallaði kristni, við ST og EU á odda, tváar sínar hendur. Qou Vadis Domine sigst Pætur hava spurt Frelsaran, tá Hann møtti Honum, Pætur á veg úr Rom, Jesus á veg inn í býin - fyri enn einaferð at doyggja saman við vinum sínum, um Pætur bar seg undan.
    ---
    Longsil mín er, at Frelsarin sleppur framat okkara djúpt falna heimi. Gævi óttin fyri elalítla virusinum, sum í hesum døgum breiðir seg um heimin, fær okkum at vakna og síggja, hvussu lítið verd vit eru! Síggja høpisleysa sjálvsøkni og stoltleika okkara. Gævi mannaættin fer at gera sum Gideon, fer at tráa eftir meira av Lívsins Harra - lat tað verða bønir og tránir okkara!

    Lyftið hansara er at geva hvørjum einstakum, ið kallar á Hann ta styrki, okkum tørvar til dagsins uppgávur, byrðar, mótgongd og viðgongd: ”sum dagur tín er, skal styrki tín verða” er lyfti Hansara. Bøn mín er, at vit sum tænarir hansara bjóða og loyva Honum framat.
    ---
    Fari at enda við at bera fram eina tøkk. Eina tøkk fyri alt tað sjálvbodna arbeiði, sum fer fram í kirkjum og atknýttum felagsskapum kring landið.
    Tað er í stóran mun hesar sjálvbodnu, heitu hendurnar og glógvandi hjørtuni kring landið, sum eiga lívið í kirkjunum og trúarlívinum sum heild í Føroyum. Eg tori ikki at hugsa um, hvussu tað hevði sæð út, uttan hesar hjálpsomu og hjartaligu hendurnar. So tað vil eg fegin takka fyri.
    Eg fari eisini at takka tykkum fyri dagin í dag. Tað hevur verið bæði hugnaligt og gevandi at vera saman við tykkum. Og enn einaferð takk fyri, at eg var boðin við.

    Stóra takk fyri.