
Jenis av Rana
Jenis Kristian av Rana er føddur 7. januar 1953 í Trongisvági. Hann er giftur Annu av Rana - fødd Absalonsen. Tey eiga tríggjar synir og búgva í Havn.
Jenis av Rana var fyrstuferð valdur á ting í 1994, og hann hevur verið valdur við hvørt løgtingsval síðani tað. Hann gjørdist virkin í politikki í 1992, tá hann var við til at stovna Miðflokkin. Í 2001 gjørdist hann formaður floksins.
Jenis av Rana varð útbúgvin lækni frá Århus Universitet í 1983, og hann hevur starvast sum kommunulækni í Havn síðani 1995.
Av álitsstørvum, sum Jenis av Rana hevur havt, kunnu nevnast:
- Løgtingsmaður síðani juli 1994
- Limur í Marknaðarnevndini 1994-1998
- Limur í Uttanlandsnevndini síðani 1998
- Limur í Arbeiðaramálanevndini 1994-1998
- Limur í Útnorðurráðnum frá 1994 til 2008
- Limur í Norðurlandaráðnum 2008- 2011
- Limur í Trivnaðarnevndini 2002-2004
- Limur í Mentanarnevndini 1998- 2002 og frá 2011
- Limur í grundlógar- og stjórnarskipanarnevndunum 1999- 2010
- Nevndalimur í umhvørvisnevnd Norðurlandaraðsins 2008-2009
- Nevndalimur í vælferðarnevnd Norðurlandaraðsins 2009- 2011
- Nevndarlimur í miðbólkinum í Norðurlandaráðnum 2008- 2011
- Býráðslimur í Havn 1993-1996
- Formaður í Hjálparlæknaráð Føroya 1989-1995
- Nevndarlimur í Læknafelag Føroya 1989-1995
- Nevndarlimur í kristiliga kringvarpinum Lindini síðani 2000
- Scandinaviskur leiðari í alheims læknafelagsskapinum WCDN síðani 2006
Harafturat hevur Jenis av Rana eisini skrivað tvær bøkur: "Lat einki steðga tær", sum kom út í 1999, og "Thi kendes for ret", sum kom út í 2018.