Landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum

Sirið Stenberg (Tjóðveldi) er landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum.

Sirið Stenberg er úr Vági, fødd tann 26. mai 1968. Hon er gift Jón Paula Olsen. Tey hava trý børn og búgva í Vági.

Sirið Stenberg varð fyrst ferð vald á Løgting 29. oktober 2011. Frá 2015 til 2019 var hon landsstýriskvinna í heilsumálum. Frá 2022 til 2025 var hon landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum. Áður hevur Sirið Stenberg eisini havt sess í Vágs Býráð, har hon var vald á býráðsvalinum í 2008.

Sirið Stenberg tók við sum landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum í mars 2025 og sum landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum í desember 2025.