Uttanríkistænastan

Uttanríkistænastan er skipað sum partur av Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og situr fyri uttanríkismálum og millumlandaviðurskiftum. Uppgávan er at røkja landsins áhugamál, bæði beinleiðis búskaparlig áhugamál og eisini at tryggja, at Føroyar eru ein ábyrgdarfullur samstarvspartur í heimssamfelagnum.

Sendistovur Føroya í Brússel, Keypmannahavn, London, Moskva, Reykjavík og Beijing eru framskotnir virkispallar uttanlands hjá Uttanríkistænastuni.

Uttanríkistænastan varðar eisini av føroyska limaskapinum í fleir- og millumtjóðafelagsskapum; hesir eru:

  • Økisfelagsskapir fyri veiðiumsiting: NAFO, NAMMCO, NASCO, NEAFC, SPRFMO.
  • NORA (Norrønt Atlantssamstarv).
  • NPA (Northern Periphery and Arctic Programme).
  • Felagsskapir undir Sameindu Tjóðum (ST), har ið Føroyar eru atlimir: FAO, IMO og UNESCO.
  • Samstarvið í Norðurlendska Ráðharraráðnum, har ið Føroyar hava eitt slag av atlimaskapi.
  • Í Arktiska Ráðnum luttaka Føroyar, í felag við Grønland og Danmark, sum partur í Kongsríki Danmarkar.