Útbúgvingardeildin, Helena Dam á Neystabø, deildarstjóri

Útbúgvingardeildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan útbúgvingar- og granskingarøkið, tað er innan fólkaskúlan, miðnámsútbúgvingar, yrkisútbúgvingar, maretimar útbúgvingar, undirvísingartilfar, dagstovnar, frítíðarundirvísing, eftirútbúgving, hægri útbúgvingar og  gransking.

Tað snýr seg um at standa fyri, at álit o.l. verða orðað í sambandi við  lógarfyrireikandi arbeiðið. At gera uppskot til lógir og kunngerðir v.m. í tøttum samstarvi við løgfrøðingarnar í Aðalskrivstovuni.

At hava málsviðgerðina av fakligum slagi og samskifta við undirliggjandi stovnar og fakøki annars í øllum viðurskiftum, har málsábyrgdin ikki frammanundan liggur á aðrari deild. At tryggja, at øll mál verða avgreidd innan málsøkið og samskipað í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. At hava yvirskipaða fakliga umsjón við málsøkjunum og fakøkjunum innan ábyrgdarøkið hjá deildini.

Uppgávurnar hjá Útbúgvingardeildini eru í høvuðsheitum hesar:

  • Strategi og menning innan økið
  • Politikkfyrireikandi arbeiði í breiðum týdningi
  • Orða álit og politikkar
  • Fyrireika mál, ið skulu á landsstýrisfund
  • Svara fyrispurningum frá Løgtinginum
  • Samskipan og samskifti við undirliggjandi stovnar og skúlar í fakligum viðurskiftum
  • Svara fyrispurningum frá stovnum, ráðum, borgarum, kommunum, feløgum, v.m.
  • Lógarsmíð og lógarumsiting v.m. í samstarvi við løgfrøðingarnar
  • Luttaka í kærumálsviðgerð innan fakøki
  • Luttaka í fakligum arbeiði, arbeiðsbólkum og annað – ofta sum leiðsla og/ella skrivari.
  • Norðurlendskar og altjóða organisatiónir og netverk um faklig viðurskifti. So sum EK-U, UNESCO, Horizon v.m.
  • Fyrireika manning av nevndum
  • Fyrireika setan av stjórum í samstarvi við Aðalskrivstovuna
  • Aðrar ad-hoc ella varandi uppgávur

 Manning:

  • Helena Dam á Neystabø, deildarstjóri
  • Jenny Lydersen, Joan Knudsen, Høgni V. Warberg, Kristianna Sjóvará, Terji Beder og Annfinnur Heinesen.