Undirvísingar- og mentanardeildin

Undirvísingar- og mentanardeildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum innan undirvísingarverkið og mentanarøkið.
Undirvísingar- og mentanarøkið fevnir víða – tað fevnir um fólkaskúlan, miðnámsútbúgvingar, maritimar útbúgvingar, hægri útbúgvingar, gransking, undirvísingartilfar, dagstovnar, frítíðarundirvísingin, eftirútbúgvingar og eisini um mentan, list, ítrótt, fjølmiðlar og kirkju.

Arbeiðið hjá undirvísingar- og mentanatdeildini snýr seg í høvuðsheitum um at orða álit, gera lógaruppskot og uppskot til kunngerðir, og eisini at hava yvirskipaða fakliga umsjón við málsøkjunum og fakøkjunum, sum deildin varðar av.

Harumframt fevnir arbeiðið eisini um at samstarva og samskifta við undirliggjandi stovnarnar og fakøkið annars.