Mentanardeildin

Mentanardeildin, NN, deildarstjóri

Mentanardeildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan mentanarøkið, tað er innan livandi mentan, list, mentanararv, ítrótt, fjølmiðlar og kirkju.

Tað snýr seg um at standa fyri, at álit o.l. verða orðað í sambandi við  lógarfyrireikandi arbeiðið. At gera uppskot til lógir og kunngerðir v.m. í tøttum samstarvi við løgfrøðingarnar í Aðalskrivstovuni.

At hava málsviðgerðina av fakligum slagi og samskifta við undirliggjandi stovnar og fakøki annars í øllum viðurskiftum, har málsábyrgdin ikki frammanundan liggur á aðrari deild. At tryggja, at øll mál verða avgreidd innan málsøkið og samskipað í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. At hava yvirskipaða fakliga umsjón við málsøkjunum og fakøkjunum innan ábyrgdarøkið hjá deildini.

Uppgávurnar hjá Mentanardeildini eru í høvuðsheitum hesar:

  • Strategi og menning innan økið
  • Politikkfyrireikandi arbeiði í breiðum týdningi
  • Orða álit og politikkar
  • Fyrireika mál, ið skulu á landsstýrisfund
  • Svara fyrispurningum frá Løgtinginum
  • Samskipan og samskifti við undirliggjandi stovnar og skúlar í fakligum viðurskiftum
  • Svara fyrispurningum frá stovnum, ráðum, borgarum, kommunum, feløgum, v.m.
  • Lógarsmíð og lógarumsiting v.m. í samstarvi við løgfrøðingarnar
  • Luttaka í kærumálsviðgerð innan fakøki
  • Luttaka í fakligum arbeiði, arbeiðsbólkum og annað – ofta sum leiðsla og/ella skrivari.
  • Norðurlendskar og altjóða organisatiónir og netverk um faklig viðurskifti. So sum EK-K, UNESCO v.m.
  • Fyrireika manning av nevndum
  • Fyrireika setan av stjórum í samstarvi við Aðalskrivstovuna
  • Aðrar ad-hoc ella varandi uppgávur

 Manning:

  • Søkt verður eftir deildarstjóra til Mentanardeildina.
  • Bergur Berg, Alda Joensen og Armgarð Weihe