Bygnaðurin í Uttanríkis- og mentamálaráðnum

Bygnaðurin fyri samlaða virksemið hjá Uttanríkis og mentamálaráðnum (UMMR) er endurgivin niðanfyri:

Bláu kassarnar vísa fyrisitingarligu eindirnar hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Út yvir tað, sum er beinleiðis inni í sjálvum ráðnum, eru sendistovurnar og fyrisitingarligu stovnarnir innan Undirvísingarverkið.

Rakstrar- og menningaruppgávurnar í undirvísingarverkinum eru staðsettar í gula kassanum, sum skal ímynda Hoyvíksveg 72. Ætlanin er, at Sernám flytir inn á Hoyvíksveg, so skjótt tað letur seg gera. Í dagliga rakstrinum vísa allir skúlar til Undirvísingarstýrið og í ávísum førum til aðrar stovnar á Hoyvíksvegi 72. Dagstovnaøkið, sum er litað við gráum er serstakt, við tað, at tað eru kommunurnar, sum hava allan raksturin um hendi. Dagstovnaøkið fær eisini tænastur frá Nám og Sernám. Uttanríkis- og mentamálaráðið er framvegis setanarmyndugleiki fyri skúlastjórarnar og hevur ta yvirskipaðu ábyrgdina av  undirvísingarverkinum og dagstovnaøkinum. Kærur verða viðgjørdar í ráðnum.

Mentanarstovnarnir eru litaðir við grønum, og vísa teir allir inn til UMMR. Hetta er eitt rættuliga fjølbroytt øki, sum umfatar alt frá søvnum, mentanarstuðli til skapandi list, kirkju, miðlar og ítrótt. Fleiri mentanarstovnar hava umsitingarligar stýrisuppgávur og stuðulsveitingar, sum part av sínum virksemi. Fleiri stuðulsskipanir innan mentan eru í UMMR, men kundu hesar verið fluttar úr ráðnum, hóast landsstýrisfólkið framvegis tók endaliga avgerð um stuðulin.

Harumframt hava vit reyðbrúna litin, sum vísir Fróðskaparsetrið og Granskingargrunnin við virkseminum, sum har er.

Íalt eru tað umleið 80 stovnar og skúlar, sum vísa til Undirvísingar- og mentamálaráðið.

Innanhýsis bygnaðurin

Frá 1. januar 2021 er innanhýsis bygnaðurin í Uttanríkis- og mentamálaráðnum skipaður soleiðis:

Aðalskrivstovan
Mentanardeildin
Útbúgvingardeildin
Uttanríkistænastan