Um Uttanríkis- og mentamálaráðið

Uttanríkis- og mentamálaráðið fyrisitur málsøkini útbúgving, gransking og mentan, og herundir eisini dagstovnaøkið, kirkjumál og onnur trúarsamfeløg, loftmiðlar, ítrótt og annað frítíðarvirksemi. 

Uttanríkistænastan er skipað sum partur av Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og situr fyri uttanríkismálum og millumlandaviðurskiftum. Uppgávan er at røkja landsins týdningarmiklu áhugamál, bæði beinleiðis búskaparlig áhugamál og eisini at tryggja, at Føroyar eru ein ábyrgdarfullur samstarvspartur í heimssamfelagnum.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sum mál og mið at:

Fyrisita, umsita og menna galdandi lóggávu í útbúgvingar-, granskingar-, og mentanarmálum
Seta í verk politikkin, sum er orðaður í samgonguskjalinum
Hækka vitanarstøðið og mentanarmedvitið hjá borgarunum
Tryggja mennandi karmar fyri virksemi innan útbúgving, gransking og mentan

Ráðið samstarvar við onnur ráð og samskiftir og samstarvar við stovnsleiðarar, viðskiftafólk og við myndugleikar og stovnar í Norðurlondum.

Ráðið er umboðað í undirvísingar- og mentamálanevndum undir norðurlendska ráðharraráðnum, er virkið í útnorðursamstarvi, og tekur lut í ES-granskingarsamstarvinum, eins og í UNESCO-samstarvinum.