Uttanríkis- og mentamálaráðið

Uttanríkis- og mentamálaráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni í uttanríkis- og mentamálum.

Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum umsitur uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, norðurlandamál, altjóða menningarsamstarv, neyðhjálp og ráðgevur og veitir øðrum landsstýrisfólkum stuðul í altjóðarættarligum málum og protokollmálum. Landsstýriskvinnan hevur eisini um hendi antikvariska serskipan fyri Koltur, byggimál, elveitingarmál, integratiónsmál, ítróttarmál, javnstøðumál, kirkjumál og onnur trúarsamfeløg, kort- og landmátingarmyndugleika, kringvarpssendinet, lendisskipan, loftmiðlamál, matrikulering og sundurbýti, mentamál, náttúrumál, navnamál, orkumál, persóns- húsfólka og arvarætt, skógarmál, tinglýsing, umhvørvismál, útskifting og veðurlagsmál. Landsstýriskvinnan situr fyri UNESCO-nevndina og skrivstovuhaldinum.

Meir kunning um málsøkini hjá landsstýriskvinnuni og uttanríkis- og mentamálaráðnum er at finna í málsøkjabýtinum.