Stuðulsjáttanir eru eitt týdningarmikið amboð til at menna og styrkja ymiskar verkætlanir.

Á umhvørvisøkinum kann stuðul verða nýttur til verkætlanir, ið verja náttúruna, minka um dálking, menna burðardygd og skapa størri tilvitan um umhvørvisspurningar.

Á mentanarøkinum kann stuðul verða nýttur til at menna list, mentanararv, mál og skapandi virksemi, sum styrkja samleika og trivnað í samfelagnum.

Endamálið við oyðubløðunum er at tryggja, at allar umsóknir innihalda neyðugar og samanberiligar upplýsingar, so viðgerðin verður bæði skjótari og meira haldgóð. Samstundis verður tað lættari hjá umsøkjarum at vita, hvørjar upplýsingar verða kravdar, og hvussu tær skulu skipast.

Á breddanum til vinstru finnast oyðubløð um stuðulsjáttanir á umhvørvisøkinum og mentanarøkinum.