Oyðubløð í sambandi við ársætlan fyri flokkin og lærugreinar

Saman við Mentamálaráðnum hevur Nám gjørt eitt sett av frymlum, sum er ætlað skúlaleiðslum og lærarum at nýta í sambandi við, at undirvísingin í skúlunum verður løgd til rættis, og tá ið undirvísingargongdirnar í lærugreinunum verða framdar. Hesir frymlar eru tó ikki ókendir millum lærarar, men nú hava lærarar møguleika at nýta einsháttaðar frymlar í sambandi við henda partin av arbeiði sínum.

Lýsing og mannagongd í sambandi við ársætlan og undirvísingargongdir

Ársætlanin er samansett av fýra ymiskum skjølum:

  1. Ársætlan skúlans
  2. Ársætlan floksins
  3. Ársætlan fyri lærugrein
  4. Undirvísingargongd

Ársætlan skúlans verður útfylt av skúlaleiðsluni og er ætlað lærarum skúlans. Hon skal verða latin lærarunum fyri skúlaárs byrjan.
Ársætlan floksins verður útfylt av læraratoyminum fyri flokkin og latin leiðslu skúlans fyri 15. september (teigurin til eftirmeting er tó ikki ætlaður øðrum enn avvarðandi toymi).
Ársætlan fyri lærugreinina verður útfylt fyri hvørja lærugrein sær av avvarðandi lærara og verður latin leiðslu skúlans fyri 15. september.
Undirvísingargongdirnar ger avvarðandi lærari og letur leiðslu skúlans, so hvørt undirvísingargongdirnar eru framdar (teigurin til eftirmeting er tó ikki ætlaður øðrum enn avvarðandi lærara).
Er talan um próvtøkuflokkar, skulu undirvísingargongdirnar og ársætlan fyri lærugreinia eisini latast próvdómara.

Fólkaskúlar í Føroyum

Yvirlit yvir fólkaskúlar í Føroyum er á snar.fo.

Leinki er her.