Uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmála um at forða fyri óskipaðum fiskiskapi í altjóða sjógvi í Íshavinum til hoyringar

Heiti
Uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmála um at forða fyri óskipaðum fiskiskapi í altjóða sjógvi í Íshavinum
Frágreiðing

Í fjør varð sáttmálin um at forða fyri óskipaðum fiskiskapi í altjóða sjógvi í Íshavinum undirritaður.

Endamálið við sáttmálanum er at seta í verk fyribils tiltøk, sum skulu forða fyri óskipaðum fiskiskapi í økinum til ein ella fleiri fiskiveiðifelagsskapir eru settir á stovn. Langtíðarmálið er at tryggja burðardygga veiðu í altjóða sjógvi í Íshavinum.

Fyri at sáttmálin kann fáa gildi, skulu allir sáttmálapartarnir staðfesta sáttmálan. Við hesum verður uppskot til samtyktar lagt fyri Løgtingið um at góðkenna sáttmálan.

Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið er 13. oktober 2019. Møguligar viðmerkingar verða at senda elisabethr@uvmr.fo og til ummr@ummr.fo

Ummælisfreistin er farin
13.10.2019
Ráð
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Dagfesting
07.10.2019
Tak niður
Uppskot Til Samtyktar Um At Góðkenna Sáttmálan Um At Forða Fyri Óskipaðum Fiskiskapi Í Íshavinum 7 10 19 R