Uppskot til løgtingslóg um stuðul til tónleikafestivalar til hoyringar

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um stuðul til tónleikafestivalar
Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum

Uppskotið skal tryggja tónleikafestivalum hjálp, so teir hóra undan nú og í framtíðini. Uttan hjálp verður tapið fyri festivalarnar stórt.

Skotið verður upp at seta í verk bráðfeingisskipan at hjálpa tónleikafestivalum, sum í tíðarskeiðinum 1. januar 2021 til 1. september 2021 vegna COVID-19 hava avlýst ella útsett tiltøk.

Hoyringarfreistin er fríggjadagin 1. oktober 2021, og møguligar viðmerkingar skulu sendast við telduposti til Uttanríkis- og mentamálaráðið ummr@ummr.fo

Ummælisfreistin er farin
01.10.2021
Ráð
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Dagfesting
16.09.2021
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Stuðul Til Tónleikafestivalar Í Sambandi Við COVID 19 160921