Uppskot til løgtingslóg um KT-heildarloysn til undirvísingarverkið til hoyringar
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um KT-heildarloysn til undirvísingarverkið
Frágreiðing
Talan er um uppskot til verklagslóg, ið heimilar landsstýrismanninum at fremja KT-heildarætlanina fyri undirvísingarverkið. Heildarætlanin er lýst í skjalinum ”Saman um eina trygga KT-loysn – Heildarætlan fyri undirvísingarverkið 2021-2024”, ið er viðheft sum fylgiskjal 1.
Freistin at senda ráðnum viðmerkingar er ásett til mikudagin 27. januar kl 16:00.
Møguligar viðmerkingar verða at senda ummr@ummr.fo
Ummælisfreistin er farin
27.01.2021
Ráð
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Dagfesting
21.01.2021
Tak niður



