Uppskot til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti til hoyringar

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti
Frágreiðing

Uppskotið hevur tvey endamál, nevniliga:

  1. At heimila landsstýrismanninum at góðkenna felagsskap at fremja dopingeftirlit í Føroyum. Talan er bæði um eftirlit við skipaðum ítrótti og við vinnurekandi venjingarmiðstøðum.
  2. At áseta revsing fyri óreiðiliga ávirkan á ítrótt. (matchfixing)

Møgulig hoyringarsvar skulu sendast til torih@mmr.fo ella til ummr@ummr.fo. Hoyringarfreistin er ásett at verða týsdagin 28. januar kl. 12:00.

Ummælisfreistin er farin
28.01.2020
Ráð
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Dagfesting
07.01.2020
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Doping Og Óreiðiliga Ávirkan Í Ítróttinum 070120