Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul til hoyringar

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum er:

  • at fáa til vega greiðari reglur fyri eftirliti við lestrarvirkni, og heimild til Studna at krevja studning afturgoldnan í ávísum førum
  • at fáa til vega heimild at veita skúlagjaldsstudning til føroyskar næmingar, sum taka 2 ár av gymnasialari miðnámsskúlaútbúgving á United World College
  • at fáa til vega heimild at javnseta føroyskar næmingar, sum taka miðnámsútbúgving sum liður í norðurlendskum samstarvi, og sum lutvíst er staðsett í Føroyum, við aðrar miðnámsskúlanæmingar í Føroyum
  • at broyta hámarkið fyri skúlagjaldi í sambandi við hægri lestur uttanfyri Norðurlond.

    Hoyringarfreistin er hósdagin 21. januar 2021, og møguligar viðmerkingar skulu sendast við telduposti til Uttanríkis- og mentamálaráðið ummr@ummr.fo

Ummælisfreistin er farin
21.01.2021
Ráð
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Dagfesting
06.01.2021
Tak niður
Uppskot Til Broyting Í Lógini Um Lestrarstuðul 060121