Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp til hoyringar

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
Frágreiðing

Málið verður tikið upp, tí mett verður, at tørvur er á at broyta ávísar ásetingar í galdandi lóg um kringvarp. Sambært samgonguskjalinum skal kringvarpslógin endurskoðast. Við uppskotinum verða tí gjørdar broytingar við atliti at val av stýri og kringvarpsgjaldinum. Í sambandi við at tryggja óheftni verður skotið upp, at farið verður frá einum politiskt tilmæltum stýri, eins og tað ikki skal bera til at kæra fyrisitingarligar avgerðir hjá Kringvarpinum til politiska myndugleikan.

Viðhefta mál verður sent út til almenna hoyring við hoyringarfreist 7. februar 2022, kl. 12.00.

Møgulig hoyringarsvar verða at senda ummr@ummr.fo.

Ummælisfreistin er farin
07.02.2022
Ráð
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Dagfesting
26.01.2022
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Kringvarp 26.01.2022