Uppskot til løgtingslóg um bókasøvn til hoyringar

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um bókasøvn til hoyringar
Frágreiðing

Endamálið við lógaruppskotinum er at dagføra lógarverkið á bókasavnsøkinum. Síðani galdandi bókasavnslóg, løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 20. desember 2005 varð sett í gildi, hevur samfelagið á fleiri økjum verið fyri stórum broytingum. Ikki minst á útbúgvingarøkinum, á samskiftisøkinum og á tøkniliga økinum seta hesar broytingar alt størri krøv til tænastuveitingarnar á bókasavnsøkinum.

Viðhefta lógaruppskot við fylgiskjali (bókasavnsálitið) - verður sent út til almenna hoyring við hoyringarfreist 8. november 2022, kl. 12.00.

Møgulig hoyringarsvar verða at senda ummr@ummr.fo.

Ummælisfreistin er farin
08.11.2022
Ráð
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Dagfesting
11.10.2022
Tak niður
Uppskot Til Ll. Um Bókasøvn 111022 Alit Bokasavnslog 21092020