Uppskot til løgtingslóg um barnaváttanir til hoyringar

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um barnaváttanir (Barnaváttanarlógin)
Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum er at verja børn móti kynsligum ágangi. Hetta verður gjørt við, at landsstovnar, kommunalir stovnar og privatir løgfrøðiligir persónar s.s. felagsskapir skulu innheinta eina barnaváttan, áðrenn persónur kemur í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár. Treytin um beinleiðis og regluligt er grundað á, at tað á tann hátt kann skapast álit millum tann starvssetta og barnið.

Uppskot til ll. um barnaváttanir (Barnaváttanarlógin) verður við hesum løgd út til almenna hoyring við hoyringarfreist hósdagin 9. desember 2021.

Møguligar viðmerkingar verða at senda Uttanríkis- og mentamálaráðnum  til t-post ummr@ummr.fo

Ummælisfreist
09.12.2021
Ráð
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Dagfesting
10.11.2021
Tak niður
Uppskot Til Ll. Um Barnaváttanir (Barnaváttanarlógin) (1)