Uppskot til løgtingslóg um savnsvirksemi landsins til hoyringar

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um savnsvirksemi landsins
Frágreiðing

Við hesum verður uppskot til løgtingslóg um savnsvirksemi landsins sent til hoyringar.

Endamálið við lógaruppskotinum er, at savnsvirksemið hjá landinum innan mentanarsøgu, náttúrusøgu og list fær ein felags lógarkarm at virka undir, ið tryggar dygd, menning og samstarv. Dygdargóðar savnstænastur, støðug menning og samstarv, bæði sínámillum, við almenningin, skúlaverkið og myndugleikar eru við til at kjølfesta søvnini sum stovnar, sum eru týðandi fyri fólkaræðið, fyri savningarmegina og vitanarstøðið í landinum og sum støð, har almenningurin tekur lut.

Við lógaruppskotinum fáa søvnini, ið landið rekur innan mentanarsøgu, náttúrusøgu og list, dagførdar lógarkarmar at virka undir, og eitt savnsráð verður sett at virka fyri menning á savnsøkinum.

Lógaruppskotið fevnir ikki um stuðul til bygdasøvn og onnur søvn, ið fáa stuðul frá landinum.

Freistin at lata inn hoyringarsvar er mánadagin 29. januar 2019.

Ummælisfreistin er farin
29.01.2019
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Dagfesting
07.01.2019
Tak niður
Uppskot til løgtingslóg um savnsvirksemi landsins 20181210.pdf