Uppskot til kunngerð um Útbúgvingarráð fyri heilsuhjálparaútbúgvingina og heilsurøktaraútbúgvingina og Útbúgvingarráð fyri námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingina til hoyringar

Heiti
Kunngerð um Útbúgvingarráð fyri heilsuhjálparaútbúgvingina og heilsurøktaraútbúgvingina og útbúgvingarráð fyri námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingina
Frágreiðing

Í sambandi við, at nýggj løgtingslóg er kunngjørd um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving, verða tvey uppskot um kunngerðir við heimild í lógini sendar til almenna hoyring. Tann eina er um skipan av útbúgvingunum og hin er um útbúgvingarráðini fyri ávikavíst heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingina og fyri námsfrøðiliga hjálparaútbúgvingina. Í mun til gomlu lógina heimilar nýggja lógin, at útbúgving verður skipað til námsfrøðiligan hjálpara. Útbúgvingin byrjar í næstum.

Møguligar viðmerkingar skulu sendast við telduposti til Mentamálaráðið mmr@mmr.fo

Hoyringarfreistin er 10. juni 2019

Ummælisfreistin er farin
10.06.2019
Ráð
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Dagfesting
24.05.2019
Tak niður
Uppskot til kunngerð um útbúgvingarráð fyri heilsuhjálparaútbúgvingina og ... 24.5.19.pdf