Uppskot til kunngerð um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla og floksbýtistal til hoyringar

Heiti
Uppskot til kunngerð um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla og floksbýtistal
Frágreiðing

Nýggja kunngerðin um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla og floksbýtistal er í høvuðsheitinum ein dagføring av fylgiskjølunum til galdandi kunngerð nr. 26 frá 23. apríl 2010, tó so, at hesi fylgiskjøl eru útbygd eitt sindur.

Kunngerðin hevur heimild í § 5, stk. 1, 2 og 3 og § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 30. apríl 2015.

Hoyringarfreistin er mikudagin tann 7. desember 2022.

Møguligar viðmerkingar skulu sendast við telduposti til Uttanríkis- og mentamálaráðið ummr@ummr.fo

NB! Kunnað verður  um, at kunngerðin er send viðkomandi pørtum til hoyringar í gjár.

Ummælisfreistin er farin
07.12.2022
Ráð
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Dagfesting
10.11.2022
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Sáttmálaskylduga Útbúgving, Upptøku Í Skúla Og Floksbýtistal