Uppskot til kunngerð um námsfrøðiliga útbúgving av lærarum á miðnáms-, yrkis- og vinnuskúlum til hoyringar

Heiti
Kunngerð um námsfrøðiliga útbúgving av lærarum á miðnáms-, yrkis- og vinnuskúlum
Frágreiðing

Hervið verður uppskot til kunngerð um námsfrøðiliga útbúgving av lærarum á miðnáms-, yrkis- og vinnuskúlum lagt út til almenna hoyring.

Talan er um nýggja kunngerð, sum ásetur, at námsfrøðiliga útbúgvingin fyri lærarar á miðnám-, yrkis-, og vinnuskúlum verður skipað sum eitt námsfrøðiligt útbúgvingarstarv, har umleið 1/3 er skúlagongd (ástøðiligur partur), umleið 1/3 er undirvísing við eygleiðing (verkligur partur) og umleið 1/3 er skyldug undirvísing (eginundirvísing). Harumframt verður ásett, at undirvísingin verður skipað á Fróðskaparsetri Føroya.

Møguligar viðmerkingar skulu sendast við telduposti til Mentamálaráðið mmr@mmr.fo

Hoyringarfreistin er 6. juni 2019

 

Ummælisfreistin er farin
06.06.2019
Ráð
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Dagfesting
23.05.2019
Tak niður
Uppskot til kunngerð um námsfrøðiliga útbúgving av lærarum á miðnáms- yrkis- og vinnuskúlum til hoyringar .pdf