Uppskot til kunngerð um gymnasialt útbúgvingarráð til hoyringar

Heiti
Kunngerð um gymnasialt útbúgvingarráð
Frágreiðing

Uttanríkis- og mentamálaráðið vil við hesum geva áhugaðum pørtum høvi at koma við viðmerkingum til uppskot til kunngerð um gymnasialt útbúgvingarráð.

Endamálið við kunngerðini er at áseta reglur fyri hvør skal tilnevna limir til gymnasiala útbúgvingarráðið og fyri virksemi hjá ráðnum. Kunngerðin hevur heimild í § 13, stk. 2 í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar.

Hoyringarfreistin er mánadagin 27. august 2020, og viðmerkingar skulu sendast við telduposti til Uttanríkis- og mentamálaráðið ummr@ummr.fo

Ummælisfreistin er farin
27.08.2020
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Dagfesting
15.06.2020
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Gymnasialt Útbúgvingarráð 15.06.20