Uppskot til kunngerð um doping til hoyringar

Heiti
Uppskot til kunngerð um doping
Frágreiðing

Kunngerðin hevur heimild í løgtingslóg nr. 88 frá 7. juni 2020 um doping og óreiðiliga ávirkan á ítrótt, og endamálið er at áseta, hvørji evnir og atferðir eru at rokna sum doping sambært løgtingslógini. Harumframt hevur kunngerðin ásetingar um tær avtalur, ið eftirlitisfelagsskapurin kann gera um at fremja dopingeftirlit á venjingarmiðstøðum o.l.

Umframt uppskot til kunngerð er almenni dopinglistin hjá Anti doping Danmark fyri 2021 eisini viðheftur.

Viðmerkingar skulu sendast til ummr@ummr.fo í seinasta lagi 12. mars 2021.

Ummælisfreistin er farin
12.03.2021
Ráð
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Dagfesting
26.02.2021
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Doping 260221 Dopinglisten 2021