Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um bygningar fólkakirkjunnar til hoyringar

Heiti
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um bygningar fólkakirkjunnar
Frágreiðing

Kunngerðin verður broytt, so hon samsvarar við § 2, stk. 3 í lógini samanhildið við § 6, soleiðis at umvæling av kirkjubygningi eldri enn 100 ár, sum hevur við sær nakra broyting, má bert gerast við loyvi frá Stiftsstjórnini eftir ummæli frá Tjóðsavninum. Í dag stendur eftir góðkenning frá Fornminnissavninum, men tann orðingin samsvarar illa við § 2, stk. 3 í lógini.

Hoyringarfreistin er 9. mai 2022.

Møgulig hoyringarsvar verða at senda á t-post ummr@ummr.fo. 

Ummælisfreistin er farin
09.05.2022
Ráð
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Dagfesting
22.04.2022
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Bygningar Fólkakirkjunnar 220422