Uppskot til kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina til hoyringar

Heiti
Uppskot til kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina
Frágreiðing

Við heimild í løgtingslóg nr. 90 frá 17. mai 2022 verður skotið upp at seta í gildi kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðirnar hjá Russlandi og Hvítarusslandi móti Ukraina.

Eftir innrásina í Ukraina tann 24. februar hava Evropasamveldið og fleiri onnur lond sum aftursvar sett í verk tiltøk móti Russlandi, Hvítarusslandi og ikki-stjórnarstýrdu ukrainsku økjunum Donetsk og Luhansk, við tí endamáli at leggja trýst á Russland og Hvítarussland at steðga krígnum.

Endamálið við uppskotinum er at seta í gildi í føroyskari lóggávu tey avmarkandi tiltøk, sum ES og onnur hava sett í verk, og sum Løgtingið hevur samtykt at Føroyar skulu taka undir við.

Møguligar viðmerkingar verða at senda ummr@ummr.fo. Hoyringarfreistin er 9. juni 2022.

Ummælisfreistin er farin
09.06.2022
Ráð
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Dagfesting
03.06.2022
Tak niður
1 6 22 Uppskot Til Kunngerð Um Avmarkandi Tiltøk Í Sambandi Við Atgerðir Móti Ukraina 030622