6 kunngerðir í sambandi við virksemi á Fróðskaparsetri Føroya til hoyringar

Heiti
6 kunngerðir í sambandi við virksemi á Fróðskaparsetri Føroya
Frágreiðing

Uppskot til kunngerð um próvtøkur á Fróðskaparsetri Føroya

Uppskot til kunngerð um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya

Uppskot til kunngerð um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya

Uppskot til kunngerð um útbúgving av námsfrøðingum

Uppskot til kunngerð um útbúgving av fólkaskúlalærarum

Uppskot til kunngerð um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum

Talan er um eina samansjóðing av regluverkinum um virksemið á Fróðskaparsetrinum. Við hesi broyting verða tær reglur, ið eru tvørgangandi fyri allar útbúgvingar, savnaðar í trimum kunngerðum: Einari um upptøku, einari um próvtøku og einari um útbúgvingar.

Tó so verða framvegis serstakar kunngerðir til útbúgvingarnar til fólkaskúlalærara, námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing. Orsøkin er, at hesar útbúgvingar eru nakað øðrvísi enn útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum annars, m.a. við, at tær hava ein verkligan part. Harumframt venda tær sær beinleiðis til ítøkilig størv.

Uppskotið til kunngerð um útbúgving av sjúkraøktarfrøðingum ásetur eisini, at útbúgvingin skal lúka krøvini í ES-direktivi 2013/55/EU, hetta fyri at tryggja, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar framhaldandi kunnu løggildast. ES-direktivið er viðfest.

Uppskotið er eisini umsett til danskt, og verður sent viðkomandi myndugleikunum í Danmark.

Møgulig hoyringarsvar skulu sendast til ummr@ummr.fo í seinasta lagi mikudagin 5. mai kl. 16:00

 

Ummælisfreistin er farin
05.05.2021
Ráð
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Dagfesting
14.04.2021
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Próvtøkur Á Fróðskaparsetri Føroya 130421 Uppskot Til Kunngerð Um Útbúgvingar Á Fróðskaparsetrið Føroya 130421 Uppskot Til Kunngerð Um Upptøku Til Lestur Á Fróðskaparsetrið Føroya 130421 Uppskot Til Kunngerð Um Útbúgving Av Námsfrøðingum 130421 Uppskot Til Kunngerð Um Útbúgving Av Fólkaskúlalærarum 130421 Uppskot Til Kunngerð Um Útbúgving Av Sjúkrarøktarfrøðingum 130421 EUROPA PARLAMENTETS OG RÅDETS DIREKTIV 201355EU