23.01.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Virðisløn til Ungt listafólk 2018 – Búi Rouch

Virðisløn til Ungt listafólk 2018 – Búi Rouch

Virðisløn til Ungt listafólk 2018 verður latin Búa Rouch, dansara, við hesi grundgeving:

Búi Rouch dugir við rørslum sínum at vísa kenslur og sambond og at miðla hugmyndir og søgur.

Ein dansari má hava fult tamarhald á sínum vøddum, og tað hevur Búi. Við kraftmiklum og yndisligum rørslum ger hann lop, sum bæði eru kvik og spakulig.

Búi hevur javnan verið at sæð á palli seinastu árini, bæði uttanlands og í Føroyum. Hesi árini hevur hann prógvað seg sum dugnaligan dansara, koreograf og listamann. Útbúgvingar- og yrkisleiðin hevur ført hann gjøgnum dans, koreografi og teatur, og harumframt hevur Búi stóran áhuga fyri dansiteatri.

Nútíðardansur er ein lutfalsliga nýggj listagrein í Føroyum, sum tykist at hava stórt viðrák í løtuni. Búi er ein av ungu slóðarunum fyri listagreinini og hevur víst gávur sum fáur. Kroppurin og rørslurnar mála okkum eina mynd ella eina hugmynd og skapa saman við tónleiki, ljósi, litum, búnum og pallmynd eina heildarmynd.

Virðisløn til Ungt listafólk verður latin Búa Rouch fyri sansaligu rørslurnar og evnini at føra okkum gjøgnum dansin.