20.09.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Vindeygu heldur enn spegl - røða hildin til NVL

Í hesum døgum er norðurlendskt seminar fyri vaksnamannaútbúgving í Føroyum.

NVL - Netværk for vuxnas lærande - er ein organisatión undir Norðurlendska ráðharraráðnum, sum millum annað hevur til endamáls at førlekameta og vegleiða vaksin yvir 25 ár, sum hava lága ella lítla útbúgving, men sum kortini hava góðar førleikar innan ávíst øki. Í nógvum førum kunnu drúgvar praktiskar royndir sammetast við útbúgving, og NVL, sum hevur limir í øllum norðurlondum, arbeiðir sostatt við at fáa vaksnum fólki prógv uppá sínar førleikar.

Rigmor Dam, landsstýrikvinna í mentamálum, setti ráðstevnuna í morgun og segði millum annað, at endamálið við útbúgving er at umskapa spegl til vindeygu.

- Tá vit hyggja í speglið, síggja vit bara okkum sjálv og tað, vit altíð hava sæð. Lítil menning er í tí. Men hyggja vit út ígjøgnum vindeygað, kunnu vit seta okkum sjálv í samband við umheimin, vit kunnu síggja nýggj mál og øðrvísi mátar, segði Rigmor Dam millum annað.

Øll røðan kann lesast her.