07.07.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Víðkaður havnastongsul fyri russisk skip

Víðkaður havnastongsul fyri russisk skip

Landsstýrið hevur hert avmarkandi tiltøkini móti Russlandi. Hetta verður gjørt við at víðka avmarkingarnar fyri atgongdina hjá russiskum fiskiskipum til føroyskar havnir.

Tað ber í sær, at havnirnar verða stongdar fyri øllum virksemi, sum er uttanfyri fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland. Harvið verða tað bara fiskiskip við ørindum, ið eru beinleiðis knýtt at virksemi í føroyskum sjógvi, sum sleppa í føroyska havn.

Meðan tey eru í føroyskari havn kunnu hesi fiskiskip um- og uppskipa, umframt at tey kunnu proviantera, skifta og bunkra í Føroyum.

Í hesum sambandi eru broytingar lýstar í kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina.

Broytingarnar í kunngerðini koma í gildið 12. juli 2023.

Sí: Kunngerð nr. 89 frá 6. juli 2023 um broyting í kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina