02.06.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Verið við til at økja um tilvitskuna um føroyska matframleiðslu

Verið við til at økja um tilvitskuna um føroyska matframleiðslu

Lýst verður eftir umsóknum um stuðul til at økja tilvitskuna um føroyska matframleiðslu

"Okkum tørvar matmenning", sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. 

"Seinastu mongu árini hava vit flutt okkum alt meira frá tí siðbundna og staðbundna matinum. Tíbetur er áhugin fyri stuttfluttum og heilsugóðum mati nú vaksandi, og hesum góða rákinum vilja vit við hesari stuðulsskipanini skunda undir. Tí vóni eg, at tað koma nógvar og ymiskar umsóknir um matverkætlanir í samstarvi við føroyskar veitarar."

Í fíggjarlógini eru tí 750.000 krónur játtaðar til at fremja royndarverkætlanir, ið kunnu økja framleiðsluna, nýtsluna, virðingina og tilvitskuna um stuttfluttar føroyskar dygdargóðar og heilsugóðar matvørur.

Verkætlanirnar skulu hava til endamáls at upplýsa um og gera heilsugóðan mat úr føroyskum rávørum og føroyskari framleiðslu í gerandisdegnum og í undirvísing. Eitt nú kunnu dagstovnar, skúlar, bústovnar og ellis- og røktarheim søkja saman við lokalum framleiðarum, áhugabólkum og fakfólkum. Málið er, at í minsta lagi 3 verkætlanir, og helst fleiri, verða framdar. Einki minsta mark er fyri stødd á verkætlanum.

Játtanin verður umsitin av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Reglugerðin fyri stuðulsjáttanina kann lesast her.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til uvmr@uvmr.fo

Freistin at søkja um stuðul er 22. august 2023.