30.08.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Vaksnamannaútbúgving og førleikameting á bredd

Vaksnamannaútbúgving og førleikameting á bredd

Dagarnar 17.-20. september skipa Yrkisdepilin og NVL fyri skeiði og seminari um førleikameting, lívlanga vegleiðing og vaksnamannaútbúgving. Rigmor Dam landsstýriskvinna við mentamálum fer at seta seminarið, sum í høvuðsheitum vendir sær til starvsfólk og leiðslur í útbúgvingarverkinum, fakfeløg, vinnuna, umframt fólk í politisku skipanin.

Føroyar taka lut í norðurlendskum samstarvi á ymiskum økjum. Í hesum føri er talan um samstarv okkara í NVL, sum er netverk fyri vaksnamannalæring undir norðurlandaráðnum.

Føroyar eru við í fýra av teimum 11 netverkunum, sum eru undir NVL.

Tvey av netverkunum – netverkini fyri førleikameting og fyri vegleiðing – hava netverksfund í Føroyum 20. og 21. september, og í tí sambandi verður skipað fyri seminari um førleikameting og vegleiðing tann 20. september.

Seminarið vendir sær til øll tey, sum arbeiða við ella á onkran hátt varða av útbúgving, læring og arbeiðmarknaði, har førleikameting, vegleiðing og lívlong læring kunnu vera viðkomandi.

Seminarið verður skipað við framløgum og verkstovum. Í framløgunum verður greitt frá arbeiðinum at skipa førleikameting í Føroyum, og limir í netverkunum fara at greiða frá, hvussu tey ymisku norðurlondini arbeiða við førleikameting og í tí sambandi eisini við vegleiðing.

Í verkstovunum verður høvi at fara í dýpdina við nøkrum av teimum spurningum, ið eru knýttir at evnunum, sum framløgurnar snúgva seg um.

Til ber at tekna seg til seminarið á heimasíðuni hjá NVL á hesum leinki: https://nvl.org/content/Seminarium-pa-Faeroeerne-om-validering-og-vejledning

Skeið í førleikameting

Dagarnar undan seminarinum, frá 17. til 19. september skipar Yrkisdepilin fyri skeiði í førleikameting, ið vendir sær serliga til starvsfólk í útbúgvingarskipanini, ið ætlandi fara at arbeiða við førleikameting innan síni øki.

Skeiðið er liður í, at skipað førleikameting er sett í verki innan allar føroyskar útbúgvingar. Nú farið verður undir at fremja førleikameting í verki, er umráðandi at starvsfólk, ið starvast innan ymisk øki í okkara útbúgvingarskipan, eru førleikament og trygt evna at bera eina førleikametingartilgongd á mál.